Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasta skaldsøgufreist er valdagin

Bókhandlarafelagið

Nú nærkast tíðin, tá ið skaldsøgurnar í kappingini, sum Bókhandlarafelagið skipar fyri, skulu latast inn. Seinasta freist er sjálvan valdagin, týsdagin 1. septembur.

Nú nærkast tíðin, tá ið skaldsøgurnar í kappingini, sum Bókhandlarafelagið skipar fyri, skulu latast inn. Seinasta freist er sjálvan valdagin, týsdagin 1. septembur.

Høvundurin, ið væntandi verður kosin vinnari á Bókadegnum, leygardagin 21. novembur, fær 50.000 krónur umframt útgávusáttmála við Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Enn er einki handrit komið inn, men Bókhandlarafelagið hevur fingið fyrispurningar um treytir og annað í sambandi við kappingina.

Treytirnar eru, at tað skal vera ein samtíðarskaldsøga á føroyskum, sum í høvuðsheitum fer fram í føroyska samfelagnum. Hon kann fara aftur í tíð, um tað er av týdningi fyri skaldsøguna. Søgan skal vera í minsta lagi 150 síður á 2.000 eindir við millumrúmi.

Bókhandlarnir eru samdir um, at ov lítið kemur út av samtíðarskaldskapi, og tí kunngjørdu teir kappingina á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í fjør.

Teir føroysku bókhandlarnir eru H.N.Jacobsens bókhandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.

Skaldsøgan skal sendast sum teldubræv til bokhandlarafelagid@gmail.com og vera merkt “skaldsøgukapping”. Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur skrivað skaldsøgurnar

Dómararnir tilskila sær annars rætt ikki at velja nakran vinnara.

Í dómsnevndini eru umboð fyri Bókhandlarafelagið, umboð fyri Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum, umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, umboð fyri LISA, Listasamband Føroya, og umboð fyri almenna lesaran.