Newcastle viðhaldsmaðurin Súni Olsen er næstur í røðini at svara spurningum um komandi kappingarár í Premier League.
Súni Olsen, sum til dagligt spælir á miðvøllinum hjá Víkingi, fylgir eisini Newcastle og Premier League tætt. Men tað verður ikki Newcastle ella teirra leikarar, ið fara at skapa yvirskriftirnar í ár sambært Súna. Niðanfyri svarar hann uppá spurningarnar. (Svaraði áðrenn 1. umfar)
1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?
Mítt val fellur á, at Mourinho og Chelsea endurvinna PL
2. Greið frá í stuttum, hví so verður?
Mín grundgeving til hetta tekur støði í, at hópurin er sera sterkur á øllum plássum, og at liðið hevur einstaklingarnar, ið kunnu vinna ein og hvønn dyst. Taktisku snildirnar hjá Mourinho telja eisini nógv í mínari meting.Tó skal sigast, at Chelsea ger hetta ikki eins lætt og seinasta ár, men fáa harða kapping frá Manchester United, Manchester City, Arsenal og møguliga eisini Liverpool.
3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?
Chelsea, Manchester United, Arsenal og Liverpool.
4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?
Havi serliga tveir í tonkunum – annaðhvørt Diego Costa ella Sergio Aguero – men Aguero er oftast ómetaliga støðugur í sínari málskjóting, so hann verður mítt endaliga val.
5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?
Tað eru serliga 3 keyp, ið eg meti eru sera góð – felags fyri hesi keypini er, at peningaligu upphæddirnar ikki eru so stórar. Í raðfylgju: Bastian Schweinsteiger, Petr Cech og Nathaniel Clyne.
6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Eg vænti, at Liverpool fer at yvirraska positivt komandi kappingarár, tí at felagið hevur keypt fleiri ungar og evnaríkar leikarar (Firmino, Milner, Ings og Clyne), ið hava nógvar royndir á høgum støði. Felagið hevur eisini selt leikarar, ið eftir mínum tykki ongantíð megnaðu at fáa eitt veruligt gjøgnumbrot og leika á einum nøktandi støði (m.a. Lambert, Sterling, Coates og Aspas). At Steven Gerrard eisini hevur skift felag, er eftir mínum tykki ein jalig støða fyri restina av Liverpool hópinum -seinastu árini hevur hann leikliga ikki megnað at havt eitt støði, ið kann lyfta Liverpool longur upp á stigatalvuna, og tí stendur frítt hjá Rodgers at finna aðrar loysnir við øðrum áhugaverdum leikarum, ið skulu taka arvin upp eftir Captain Fantastic.
7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Mítt høvd peikar á Tottenham, ið annars hevði eitt frálíkt kappingarár seinast. Eg meti ikki, at liðið er styrkt nakað serligt, og eg dugi ikki at ímynda mær, at leikarar sum Harry Kane, Christian Eriksen og Nacer Chadli megna at halda sama støði næsta kappingarár. Tottenham eru eisini ofta óútrokniligir, tí teir kunnu vinna móti teimum sterkaru liðunum á útivølli, men samstundis tapa á heimavølli móti veikari mótstøðuliðum. Hesa sjúkuna mugu teir viska av talvuni skjótast gjørligt, skulu teir kappast við liðini í oddinum.




