Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgfrøðiligur ráðgevi til Løgtingsins umboðsmann

LÝSING

Eitt starv sum løgfrøðingur hjá løgtingsins umboðsmanni er leyst at søkja frá 1. november 2015.

 

Uppgávurnar 

Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:

• fyrireiking og viðgerð av innkomnum klagum

• uppgávur í sambandi við eftirlitskanningar av málsviðgerðini á útvaldum økjum, herundir á barna og ungdómsøkjunum

• kunningarvirksemi um fyrisitingarlig evni og um virksemið hjá umboðsmanninum.

Talan er um eitt rættiliga avbjóðandi og sjálvstøðugt starv í tøttum samstarvi við umboðsmannin.

Setanartreytir

Tann, sum settur verður, skal hava prógv sum cand. jur. Stórur dentur verður harumframt lagdur á royndir eftir lokna útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur starvsroyndir innan almennu fyrisitingina.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Møguleiki er fyri setan sum ráðgevi, um førleikin og royndirnar eru til tess. Tann, sum settur verður, má tola møguligar broytingar í arbeiðsuppgávunum.

Umsóknir 

Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu verða umboðsmanninum í hendi 7. september 2015.

Adressan er:

Løgtingsins umboðsmaður

undir Bryggjubakka 11

Postsmoga 2008

110 Tórshavn

t-postur: solja@lum.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólju í Ólavsstovu, umboðsmann á tlf. 358500/218691.

Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndug-leikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum. Á skrivstovuni starvast dagliga umframt umboðsmannin, tríggir løgfrøðingar og ein skrivstovufulltrúi.