Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvørjar Føroyar vilt tú hava?

Róði Hansen Dam

Skulu Føroyar verða fyri tey fáu, ella eiga øll at fáa lut í ríkidøminum? Hetta er ein sera viðkomandi spurningur, sum vit eiga at arbeiða við í næstu samgongu.

Tað at arbeiðsloysi er fari niður frá 7 % niður á 3 %, sigur als einki um nakra framgongd hjá teimum í fátækavága. Tað er ikki nokk bara at hóra undan, tú skalt eisini kunna liva eitt virðiligt lív. Nógv av teimum, sum eru komin út aftur á arbeiðsmarknaðin er so illa fyri fíggarliga, at tey eru á fátækavága, tí lønin tey fáa er so lág, at tað er ilt at liva av henni. Nógv av teimum eru flutt av landinum og grundin til at fólkatalið ikki blívur minni er, at nógvir útlendingar koma til landið, oftani við løtuvinning fyri eyga.

Tá vit hyggja eftir hesari talvuni kemur tann skelkandi veruleikin fram. Meira enn 25.000, ella um tveir triðingar av øllum vaksnum fólkunum í Føroyum, forvinna minni enn tjúgu túsund krónur um mánaðin. Eg meini, at eingin átti at arbeitt fyri minni enn tjúgu túsund krónur um mánaðin.

Hóast fleiri koma í arbeiði, so er fátækadómurin vaksin úr 8,8 % í 2009 og upp til 10,3 % í 2014 og tað er bara tí at lønin, sum tey fáa er so lág, at tey illa kunnu liva av henni.

Soleiðis sær inntøkubýtið út í Føroyum:

25.174 fólk í Føroyum forvinna minni enn 250 tús. kr. (64%)

11.767 fólk forvinna millum 250 og 500 tús. kr. (30%)

2.570 fólk forvinna yvir 500 tús. kr. (6%)

Tann guli parturin eru tey, ið forvinna minni enn 250.000 kr. um árið. Reyði parturin eru tey, ið forvinna millum 250-500.000 kr um árið. Blái parturin eru tey, ið forvinna yvir 500.000 kr.