Norðlýsið hevur samlað nakrar útmeldingar frá hósdegnum upp hjá fleiri valevnum.
Niðanfyri verða setningar, sum fanga ella onkursvegna bróta frá vanliga politiska orðaskiftinum í valstríðnum. Tað kann vera t.d. serlig vallyftir ella serligur kritikkur. Alt er tikið frá hósdegnum frá valgreinum á nordlysid.fo
Eitt nú eiga valsendingar í sambandi við løgtingsval at verða tekstaðar og teknmálstulkaðar. (Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin)
Inntøkur frá brúksgjaldi av ognini hjá øllum Føroyingum sum fiskurin í sjónum er, hetta eigur so innlýsandi at koma øllum Føroyingum til góðar t.d. við at lætta avgjalds og skattatrýst. (Emil Hermansen, Tjóðveldi)
Fólkaháskúlin hevur stóran søguligan og mentanarligan týdning fyri Føroyar, og hetta eigur landið at virðismeta. (Kristina Clementsen, Tjóðveldi)
Føroyar brúkar tí snøkt sagt ótrúliga lítið til studning, í mun til Danmark, og hetta kundi tí blivið raðfest nógv hægri! (Rasmus Hammer, Miðflokkurin)
Fólkaflokkurin vil ikki hava kapitalismuna at ráða í okkara fiskivinnu. Í staðin skal politiskt gerast av, hvør skal hava fiskirættindi, og hvør ikki skal. Henda politiska útluting minnir mest um kommunismu. (Sjúrður Skaale, Javnaðarflokkurin)
Tess meira vit spjaða tilfeingi og orku til somu endamál fleiri staðni kring landið, tess veikari standa vit í kappingini við tey, sum vilja hava fatur á okkara góðu fólkum. (Heðin Mortsensen, Javnaðarflokkurin)
Seinastu nógvu árini hevur tað góða arbeiðsumhvørvið havt sera ring kor at mennast undir. At síggja til hava ávikavist Fólkaflokkurin, og seinnu árini Sambandsflokkurin, nærum tilætlað lagt økið í oyði, meðan hesir flokkarnir hava havt ábyrgdina av Vinnumálaráðnum. (Jóan Carl Dam, Tjóðveldi)
Bílig parfuma lættir ikki um gerandisdagin hjá føroysku familjuni, men tað gera bíligari matvørur. (John av Reyni, Javnaðarflokkurin)
Ein fyritíðarpensjonistur kann t.d. ikki sjálv/ur velja, hvar hon/hann vil búseta seg í danska kongaríkinum. Henda støðan er ikki brádliga íkomin, og politikarar hava vitað av hesum líka síðan 2003. Tó hevur eingin tikið ítøkilig stig til at broyta hana. Málið hevur ligið á borðinum hjá landsstýriskvinnuni í Almannamálum í hálvtannað ár. Málið er eisini lagt fyri bæði Fólkatingsumboðini. Kortini er einki ítøkiligt gjørt við málið enn. (Maud Wang Hansen, Tjóðveldi)
Vit skulu tí skipa so fyri, at vit heldur fáa færri enn fleiri fyritøkur í fiskivinnuni, fyritøkur, sum hava eitt breiðari grundarlag, t.v.s. rættindir bæði á heimaleiðum, fjarleiðum og í uppsjóvarvinnuni. (Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin)
tað er óhugnaligt at hugsa sær, hvussu lætt tað er at fara illa við djórum her í Føroyum, uttan at tað fær avleiðingar. Til dømis stendur einki í lógini um, hvussu leingi eitt djór kann vera innilæst ella um krøv viðvíkjandi reinføri. Hetta merkir, at eitt djór kann standa í egnum landi í óavmarkaða tíð og næstan aldri sleppa út – um bert atgongd er til mat, vatn og skjól.Hetta er fúl skomm og eigur ikki at koma fyri. (Oda Kjartansdóttir Strøm, Javnaðarflokkurin)
Jacob Vestergaard hevur í veruleikanum lagt seg skerflatan fyri sínum danska arbeiðsgevara, við ikki at banna Sea Shepherd. So tað er beinleiðis pínligt av honum, at gera seg til verja av okkara sjálvsagda rætti til at drepa grind. Jacob Vestergaard eigur ábyrgdina av, at Sandavágur gjørdist ein vígvøllur. Og hann burdi skamma seg. (Jóhann Lutzen, Tjóðveldi)
Eingin dugir at ímynda sær, hvørjar avleiðingar tað fer at hava á børn og komandi ættarlið, um hjúnabandið verður vanvirt og gjørt kynsneutralt, og tað fer at verða soleiðis, at ein mamma líka so gjarna kann vera ein maður og ein pápi ein kona.Hetta ætla Tjóðveldi og Framsókn og onnur við at fremja. Tjóðveldi hevur enntá sett hetta í síni stevnumið, og tey kalla tað “at byggja land”. (Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin)
Sum støðan hjá teimum lesandi er í dag, fáa tey lestrarstuðul 11 mánaðir um árið. Órímiligt? Ja, og sera undarligt, haldi eg. Tað eiga vit at broyta. (Hilbert Elisson, Javnaðarflokkurin)
Vit hava ræðandi dømi aðrastaðni frá, hvat hendir, tá alt tað politiska valdið verður miðsavnað. Eitt nú Grønland, har allir politikararnir eru í Nuuk, og lítlan og ongan áhuga hava fyri økjunum uttanfyri. (Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi)
Reformleysi politikkurin við slagorðinum »Meira fyri minni« skal ikki longur vera ótrygga grundarlagið undir fólkaskúlanum. Heldur skal málið um dygd í hvønn einasta tíma setast á skrá. (Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin)
Vit hava góða vitan um álvarsomu avleiðingarnar fyri børn, sum vaksa upp í fátækt. Til dømis eru minni sannlíkindi fyri, at tey seinni í lívinum fáa eina útbúgving. Tey eru oftari sjúk enn onnur børn og hava nógvar trupulleikar at dragast við. Trupulleikar, sum røkka langt inn í teirra vaksna lív. (Sirið Stenberg, Tjóðveldi)
Eg bjóði meg fram, tí Fólkaflokkspolitikkur er sunn fornuft. (Fróði Ó. Olsen, Fólkaflokkurin)
Fólkaflokkurin vil sum altíð arbeiða fyri at, vinnan fær umstøður og møguleikar fyri at menna seg. Hetta er fortreytin fyri framburði og vøkstri. Sum fyrsta stig á leiðini vilja vit skipa eina vinnustovu, sum skal veita vegleiðing og hjálp til at stovna og reka egið virkið. (Ingvør Justinussen, Fólkaflokkurin)




