Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygdarskeið í 9. flokki

Ingolf S. Olsen

Í einari sjóvinnu- og fiskivinnutjóð sum okkara, eigur eitt trygdarskeið til sjófólk at vera eitt púra náttúrligt tilboð til næmingarnar í 9. og 10. flokki í fólkaskúlanum. Hesum vil eg eisini fegin virka fyri. 

Ung, sum fegin vilja tjena nøkur oyru í summarfrítíðini og samstundis royna, um sjólívið er nakað fyri tey, skulu í dag fyrst leggja 3.000 ella 3.500 krónur á borðið, alt eftir hvør veitarin er, fyri eitt trygdarskeið. Hetta ger sjálvsagt, at tey flestu setast aftur, tó at skipini ofta mangla fólk hesa ársins tíð. 

Trygdin umborð á okkara fiskiskipum eigur altíð at setast fremst, og tí er tað eisini púra rætt, at fiskimenn skulu taka trygdarskeið fyri at sleppa at mynstra. Men soleiðis sum skipanin virkar í dag, forðar hon beinleiðis ungum í at sleppa til skips, og ger tað samstundis sera trupult hjá skipunum at rekruttera nýtt fólk.

Ingolf S. Olsen 

løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi