Tað er stór ferðsla ígjøgnum laksateljaran í Leynará fyri tíðina. Teir, ið hava skil fyri laksinum har siga, at teir eru ovfarnir av nógva laksinum, ið er farin niðan, tí væntað var ikki at árið í ár skuldi vera so gott.
Sum nakað nýtt, so sæst eisini sjálv áin “Live” í myndini.




