Útbúgving – tað loysir seg altíð
Eg var so heppin at sleppa at luttaka, tá ið Sprotin skipaði fyri tiltaki í Perluni, fyri at umrøða bókina hjá Høgna Reistrup, »Framtíðin er okkara«. Eg varð biðin um at viðgera evnið útbúgving.
Niðanfyri er ein samandráttur av pørtum av tí, eg førdi fram í Perluni.
Bæði úti og heima
Okkara stóra avbjóðing er, at ungfólk í stríðum streymum flyta av landinum fyri at útbúgva seg. Bæði tí, at vit ikki hava nóg nógv útbúgvingartilboð í Føroyum og tí at tey ungu ynskja at síggja og uppliva alt tað, sum heimurin hevur at bjóða.
Tað er neyðugt, at vit raðfesta útbúgving og gransking høgt, tí útbúgving er ein góð og neyðug íløga – bæði fyri einstaka menniskja og fyri samfelagið.
Hinvegin skulu vit ikki tvíhalda um, at so nógv ung sum gjørligt verða verandi heima, heldur enn at fara uttanlands. Tí vit hava brúk fyri fólki, sum duga at síggja okkara tilveru og okkara samfelag við nýggjum eygum, og vit hava brúk fyri fólki, sum duga at hugsa øðrvísi og út úr kassanum í mun til okkara heimliga dunnuhyl – annars stirðna vit ov lættliga.
Arvaðu førleikarnir – lat okkum brúka teir meira
Í samljóði við náttúruna og liviumstøðurnar annars hava okkara formøður og forfedrar ognað sær førleikar, sum vit í dag skulu njóta: sjógvurin hevur givið okkum heimsins bestu sjófólk, og ullin hevur givið okkum heimsins bestu sniðgevar.
Við hesum einastandandi førleikunum skulu vit bjóða útbúgvingartilboð, sum fáa fólk úr øllum heiminum at leita sær hendan vegin: vit hava framúr væl skikkaðar undirvísarar til allar útbúgvingar innan maritimar vinnur. Og hví skulu vit senda ungfólk til Noregs at læra um aling? Lat okkum bjóða ungfólki úr Noregi og úr øllum heiminum higar at útbúgva seg.
Vit duga flestallar at binda, og nógvar duga so væl, at tær við bindikynstrunum gera Føroyar víðagitnar. Eisini hesar førleikar skulu vit duga betur at brúka: heldur enn at okkara ungu kvinnur mugu leita sær til London og Milano fyri at læra at sniðgeva, skulu vit seta á stovn heimsins bestu útbúgving, so at ungfólk úr øllum heiminum tysja hendanvegin fyri at læra sniðgeving. Skikkaðar undirvísarar hava vit longu í hópatali. Og so fáa vit tvey fyri eitt, tí at vit við útbúgving innan sniðgeving eisini skapa avbjóðandi vinnumøguleikar fyri kvinnur – nakað, sum vit ikki hava nokk av í dag.
Við okkara framúr góðu førleikum ber tað væl til at menna útbúgvingartilboð, sum vit kunnu selja um allan heim. Tað snýr seg um at seta mál og at arbeiða fyri at røkka hesum málum.
Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið 1. september.




