Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valstríðið ávirkar vetrarskránna hjá Kringvarpi Føroya

Tíðindaskriv

Vanliga fer vetrarskráin hjá Kringvarpi Føroya í gongd fyrst í september, men løgtingsvalið órógvar nakað og hevur við sær, at partar av vetrarskránni verða nakað seinkaðir.

Orsøkin, at vetrarskráin verður eitt sindur seinkað, er, at fleiri av okkara starvsfólkum, sum ætlandi skuldu leggja til rættis og framleiða sendingar til vetrarskránna, nú arbeiða burturav við vali og valtilfari.

Í sjónvarpinum byrja barnasendingarnar sum ætlað, fyrstu ferð 28. august, og guðstænastur og andaktir byrja sunnudagin 6. september.

Ítróttasendingin 3-2 kemur á skíggjan 14. september. Eftir ætlan skuldi hon byrja 7. september, men tá spæla Føroyar landsdyst í fótbólti ímóti Finnlandi, og tann dystin sendir Kringvarp Føroya beinleiðis.

Hóskvøldssendingarnar í sjónvarpinum eru útsettar og tann fyrsta kemur hóskvøldið 24. september.

Í útvarpinum var ætlanin, at øll vetrarskráin skuldi byrja 7. september, men nakrar sendingar koma ikki fyrr enn vikuna eftir.

Kringvarp Føroya