Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá fá stóðu við sítt og vunnu Føroyum gullverd rættindi – út í bók

Danial Viðoy

Ummæli: Nú havi eg fingið høvd og hala á makrelstríðnum. Bókin ’Stríðið um makrelin’ hevur eina greiða gjøgnumgongd av málinum, sum hevur havt stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar. Í bókini kemur eisini fram, at tað var Jacob Vestergaard, við stuðli frá fáum, sum sleit strandalandaavtaluni til gagns fyri eini nógv betri avtalu seinni og framyvir.

Ummæli: Nú havi eg fingið høvd og hala á makrelstríðnum. Bókin ’Stríðið um makrelin’ hevur eina greiða gjøgnumgongd av málinum, sum hevur havt stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar. Í bókini kemur eisini fram, at tað var Jacob Vestergaard, við stuðli frá fáum, sum sleit strandalandaavtaluni til gagns fyri eini nógv betri avtalu seinni og framyvir.

Hanus Samró er óførur at skriva. Nú hava vit næstan mist talið av bókunum, hann hevur latið út. Tær blíva betri og betri. Hendan seinasta er tann best úr hondum greidda bókin hjá rithøvundanum. Orsøkin er greiða fatanin, hann gevur lesaranum, á hesum annars fløkjasliga makrelmálið.

Ein greidlig gjøgnumgongd

”Stríðið um makrelin – tá Føroyar slitu strandalandaavtaluna og kravdu sín sjálvsagda rætt” gevur lesaranum eina greidliga gjøgnumgongd av stríðnum um makrelin. Bókin er ikki lang og tí er tað alsamt hugaligari at lesa eisini. Við løttum og kontantum setningum megnar høvundurin at fáa meg at koma inn á merg viðv. makrelstríðnum. Tað merkist at rithøvundurin er væl inni í tingunum, bæði av forvitni og av óbeinleiðis uppíblandi, og tað ger bókina meira spennandi, og eisini trúverduga.

Lætt mál – gott til framhaldsdeildina í fólkaskúlanum

Bókin ber brá av løttum og væl skiljandi skriftmáli, hóast politiska orðaforráðið tíðum kann tykjast óskiljandi. Her hevur Hanus megnað at fáa eitt greitt skriftmál av umstrídda makrelmálinum. Tó so, hetta er ikki desiderað lesnaður til børn niðanfyri framhaldsdeildina. Men eg eri vísur í, at nógv í framhaldsdeildini høvdu fingið gagn av at lisið bókina.

Undirritaði lesur til lærara á flatlondum, og sum undirvísingargrein, havi eg samfelagsfrøði. Í Danmark grætur fólkaskúlin eftir samfelagsfrøðisligum tilfari. Í Føroyum er avbjóðingin á leið tann sama. Tí er hetta ein hjálpandi hond til samfelagsfrøðislærarar, ið umhugsað at læra tey ungu eitt sindur um politisku arbeiðsgongdina. Brot í bókini kunnu væl brúkast til undirvísing í skúlanum, heilt víst.

Ein spennandi politisk frágreiðing

Við eitt sindur av málsligum kurlum afturat, kundi henda bókin lættliga blivi ein skaldsøga. Hanus Samró hevur lyndið, tá ið hann skrivar, at gera ting spennandi. Hetta kemur frá hansara skaldsøguskriving og í hansara skriving annars. – Tað munnu vera tey fæstu, sum duga at gera eitt politiskt mál spennandi í skriving, men tað ger Hanus sjálvirkandi.

Bókin gerst ongantíð óinterisant. Orsøkin er málsliga handalagið og teir ymsu vinklarnir, ið verða drignir inn allatíðina. Kapitlarnir eru stuttir og tað ger, at lesarin allatíðina tímur at halda fram, ið hvussu er mína vegna. Tí sigi eg, at hetta er ein spennandi politisk frágreiðing.

Tekur stóru myndina við

Beint áðrenn Hanus Samró kemur í hæddina við makrelstríðnum, ger bókin eitt vend. Hann fer at skriva um alheims sjónarhorn og perspektiv ástøðiliga, og hetta passar væl inn í heildina við makrelstríðnum. Eitt nú fær hann atburðin hjá teimum ”stóru” í stríðnum, ES og Noreg, lýstan væl, ið hvussu er í føroyskum eygum. Á blaðsíðu 65 stendur soleiðis ”Fóru tilvitað eftir inntøkunum hjá Føroyum. Beint í hjarta á føroyska búskapinum. – Atburðurin er ikki bert óreinur. Hann er beinleiðis kaldur. Kyniskur. Men kynisma er partur av altjóða politikki. Tað ræður í størstan mun um at fáa so nógv í sín part sum møguligt, og tá eru øll triks galdandi.

Eigur at gagnast øllum

Tað er eingin loyna at fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, er ímyndin av makrelstríðnum. Tað eru ikki øll, sum eru samd við hesum politikkaranum og tað vóru tað heldur ikki, tá ið makrelstríðið stóð harðast fyri seg. Tá vóru nógv, sum høvdu lyndið at bakka undan. Tað vóru fá, sum stuðlaðu honum, ímeðan flestu politikkararnir høvdu hug at boyggja seg fyri stórmaktunum í stríðnum. Men øll hesi, uttan mun til lit og hugsjón, eiga at vera glað fyri semjuna í dag.

Makrelsemjan í dag hevur havt alstóran týdning, fyri at Føroyar er komið so væl fyri seg búskaparliga. Eg leggi onki í tað, tað er Jacobi og nøkrum øðrum fáum kreftum at takka, at gullverda makrelsemjan kom í lag. Tað visti eg áðrenn, eg las hesa bókina hjá Hanusi. Men nú veit eg hvussu tað heila gekk fyri seg. Orsøkin er ein stutt og greið bók, sum Hanus Samró hevur skrivað, grundað á eina rúgvu av skjølum og journalistiskum innsløgum.

Hendan bókin eigur at gagnast øllum, innihaldið hevur ið hvussu er gagnað føroyska samfelagnum. Ein væl úr hondum greidd bók um eitt týdningarmikið og fløkjasligt makrelstríð.