Vit kunnu ikki vera pedagogin, akademikaran, handverkaran, læraran, sjómannin, listafólkið, sjúkrasystrina og øll hini fyriuttan. Tí hava vit eisini brúk fyri einum fjøltáttaðum fólkaskúla.
Málið er ein livandi fólkaskúli, har breið fakligheit, fjølbroytt menning og trivnaður eru í hásæti. Hvør einstakur næmingur skal hava hóskandi avbjóðingar, sum stimbra hann í fjølbroyttu, persónligu menningini. Bæði hin bókliga sterki, hin handafimi og hin kreativi næmingurin skal kenna, at skúlin er avbjóðandi og spennandi.
Síðstu 20 árini hevur ráðandi rákið bent føroyska fólkaskúlan á eina sera ivasama leið. Eins og í londunum rundan um okkum hava myndugleikarnir álagt skúlanum at brúka stóra orku til at kanna og máta fakligu førleikar næminganna við landsroyndum, PISA-kanningum v.m. Síðan eru hesar testir (ókritiskt) brúktar sum politiskt stýringsamboð. Og tað er størsta vandamálið.
PISA mátar førleikar hjá næmingum innan lesing, støddfrøði og náttúru/tøkni. Sambært OECD sigst endamálið vera at finna útav, um næmingarnir eru fyrireikaðir til framtíðar avbjóðingar. Útbúgvingarstøðið sigst vera avgerandi táttur, tá tað kemur til kappingarevnini hjá londunum. PISA sammetir og setir londini upp í eina stigskipan, ið skal eitast at siga nakað um kappingarføri í framtíðar globaliseraða búskapinum. Í kjalarvørrinum av PISA koma so landsroyndirnar í somu fakum.
Seinnu árini er atfinningarnar heglaðar niðuryvir PISA, serliga nýtsluna av henni sum politiskt stýringsamboð. Granskarar, herímillum eisini PISA-fedrarnir sjálvir, vísa t.d. á, at PISA als ikki kann siga nakað generelt um fakligu dygdina, ikki kann brúkast til at samanbera ymisku londini, onki sigur um framtíðar kappingar- ella nýskapanarevni, er eitt ov primitivt amboð til at máta samlaða, generella førleikan hjá næmingunum og at yndisamboðini hjá kappingarstatinum, herímillum PISA, ikki hækka dygdina av læring, men skapa fleiri taparar
Í skúlanum hevur hetta kappingarkenda rákið við sær, at skúlagongdin verður einsrættað og alt meiri tillagað royndarjagstranina, so undirvísingin best passar til teir næmingar, sum hava evni at tillaga seg nýggja rákið. Tíð og orka verður løgd í at síggja til, at okkara næmingar standa seg væl og eru millum bestu í landinum í júst hesum lærugreinum. Onnur læring kemur í aðru røð. Og boðskapurin, vit senda teimum næmingum, sum støðugt – beinleiðis ella óbeinleiðis – fáa at vita, at úrslit teirra ikki eru nøktandi, er, at teir mugu kýta seg meir, er, at teir eru millum tey ófullkomnu. Hetta skapar ikki trivna!
Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at børnini ikki skulu nema sær hollan kunnleika í skúlanum. Nútíðarsamfelagið krevur ein góðan lesi-, skrivi- og rokniførleika. Men børn eru so ymisk. Onkur dugir at lesa longu, tá ið farið verður í 1. flokk, meðan onnur skulu hava meira tíð at skilja, hvat ið fyriferst, og duga kanska okkurt heilt annað til lítar. Vit skulu hava álit á, at skúli og foreldur í felag gera sítt til, at hesir førleikar mennast. Avbjóðingin er at skapa vælskipaðar fakligar læruumstøður við bæði bókligum, handaligum og kreativum lærugreinum, har hvør einstakur næmingur grundað á egnar fortreytir mennist í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, ið eru í felagsskapinum. So trívist næmingurin!
Okkara samfelag hevur brúk fyri øllum góðum kreftum – bæði leikum og lærdum. Vit kunnu ikki vera pedagogin, akademikaran, handverkaran, læraran, sjómannin, listafólkið, sjúkrasystrina og øll hini fyriuttan. Tí hava vit eisini brúk fyri einum fjøltáttaðum fólkaskúla.
Vit mugu fáa fólkaskúlan og verandi rák á politisku dagsskránna. Ongantíð ov skjótt. Í staðin fyri ókritiskt at renna á leistum aftaná rákum uttaneftir, mugu vit umrøða, hvussu vit fáa ein góðan føroyskan fólkaskúla. Gevur royndarmentalitetur og smala fakliga fokusið í nevndu mátingum okkum tað, vit ynskja okkum?
Aimé Jacobsen, valevni fyri Javnaðarflokkin




