Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskivinnunýskipan skal fremjast

Jóhan Christiansen

Eg livi, virki og búgvi á einum stað, har fiskivinnan hevur næstan ALT at siga. Eg ferðist dagliga millum hesi fólk, sum hava bygd fiskivinnuna upp, til eina tí mest framkomnum í heiminum. Tí harmar og øsir tað meg, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin berjast við “hond og fót” fyri einari skipan, sum er í ferð við at niðurbróta alt tað, sum er bygt upp. Vit fingu greitt at vita, at onki skal broytast, vit vita best, og tit vita onki. Tað er enntá vorði slagorði hjá Jacob Vestergaard: “Tá man einki veit sjálvur, so er lættast at mistonkiligera onnur” er ein yvirskrift á Facbook vanganum hjá honum.

Samgonguflokkanir tá Fiskivinnunýskipan verður nevnd: (mynd omanfyri)

Heimaflotin bløðir út

Ár um ár hevur verið víst á, at heimaflotin hevur reyð tøl á botnlinjuni. Ein hálvhjarta roynd bleiv gjørd, vit at tilluta teimum part í markelveiðuni, og tað gekk so sum so. Í staði fyri at fremja verðulig átøk heimaflotanum at frama, so letur man standa til, og rópar um “bø og geilar” at her er alt fínt. Hví ikki gera eina roynd, at handla tann partin av makrelinum, sum teimum bleiv tilluta, í nógv størri mun við onnur lond, fyri atgongd at fiska tann fisk, hesi skip er bygd til? Um tað ikki er nokk, so taka aftur ein part av kvotunum at fiska uppisjóvarfisk, og brúka tann partin eisini, sum aktørar hava fingið gjøgnum bakdyrnar, og uttan á nakran hátt hava verið við at bygd tí føroysku fiskivinnuna upp.

Tað hevði verið við at bøtt um úrslitið hjá heimaflotanum, samstundis sum tað hevði verið ein góð stovnsrøkt á okkara grunnum.

Hvat bleiv av útróðrarmanninum?

At møta einum útróðrarmanni, er næstan sum at vinna í Lotto. Eisini her um okkara leiðir. Tann vinnan, sum hevur bygt mangt samfelagið upp her í Føroyum, er mestsum útdeyð. Fiskurin hevur verið burtur í langa tíð nú, og einasta man gerð frá politiskari síðu, er at rópa Hurrá fyri fiskidagaskipani, sum skal eitast at vera sjálvregulerandi.

Langfarðarflotin

Til alla lukku, so gongur tað betri hjá teimum. Rækjuflotin hevur havt tað torført, men har gongur betur, skilst. Hjá flakatrolarunum, gongur eisini væl, og frøðast vit sjálvandi um tað. Kanska er tað vert at hugsa um, at tær kvoturnar Føroyar keypa við makreli, eitt nú í Barenshavinum, høvdu annars verið álagdar tilfeingisgjald, um tær vóru fiskaðar av uppisjóvarflotanum. Sum útgangsstøði, so eiga allir skipabólkar at vera undirlagdir somu treytir.

Uppsjóvarflotin

Nógv tað mesta kjak hesum seinastu árini, og eisini á valfundinum í gjár, hevur veirð um uppisjóvarvinnuna. Væl skiljandi. Hetta økta tilfeingi, sum Fólkaflokkurin tekur sær æruna av, at hava fingið svomið inn á føroysk fiskiøkið, er at samanbera við at finna olju. Tá nýggir møguleikar fyri vinnu og vinningi eru tilstaðar, eru tað nógv um boðið. Tað er jaligt at fólk er virkisfús og vilja skapa vinnu.

Tað sum tíanverri er hent, er at útlutanin av hesum rættindum er farin totalt av sporðinum, og neyvan hevur nakar yvirblikk yvir hvat er hent. Eitt er tó vist, og tað er at tað eru alt ov nógvir útlendskir spekulantar inni í vinnuni, og teir drena pengar úr Føroyum til onnur lond.

Eitt gott dømi uppá at her ruggar alt ikki rætt, er at seta spurningin, at hvussu bert tað til at skip liggja úti á feltinum, lið um lið, har tað føroyska, sum hevur verið við til at bygt hesa vinnuna upp, kemur til lands við stórum fongi, og stórum yvirskotið, meðan hitt onki yvirskot hevur?

Eisini seti eg mær mangan spurningin. Hví loyva vit skipum inn at fiska her, sum ikki yvirhalda avtalur við manningarfeløg o.s.fr. Og tá tað verður gjørt vart við tað, so fáa vit at vita, at skipið er flagga út, og ein heilsan úr Belize?

Fiskavirkir á landið

Tey fiskavirkir, sum ikki eiga skip, hava sera torført at fáa fatur á nakrari ráðvøru. Sjálvt um tey kanska høvdu kunna bjóða meir fyri fiskin, enn tað fiskimaðurin fær í dag, verður heldur avreitt beinleiðis til virkir, uttan um eina uppisølu. Tí vildi eg hildið, at vit eiga at krevja av øllum okkara skipum, at ein partur av veiðuni skal um eina uppisølu. Bæði fyri at tryggja øllum virkjum atgongd til fiskin, samstundis sum fiskimaðurin verður tryggjaður rætta prísin fyri sína veiðu. Kanska hevði eitt krav um 50% av veiðuni verið eitt gott boð. Um man ikki yvirhelt hesar reglar, so skuldi verið kravt at 100% av veiðuni skal um uppisøluna í eina tíð.

Sjálvt um tað ikki er nøkur einføld loysn uppá, hvussu vit fáa alt tilfeingið frá fiskinum til høldar, so eigur tað at vera okkara mál. Eg skilji væl, at tað skal vera lønandi fyri fiskimannin at taka alt av fiskinum til lands, og tað er ein avbjóðing. Men fyri tað at tað er ein avbjóðing, so eigur man ikki at leggja kongin. Haldi samgongan hevur minst fýra ferð felt uppskotum frá Tjóðveldi um júst tað sama.

Vit fara til val uppa 6 meginreglur og einum greiðum boðskapi um, at “Hetta loysa vit Saman”, sum grundarlag fyri einari nýggjari Fiskivinnuskipan, og sum vit meta allir flokkara eiga at kunna taka undir við, og byggja víðari uppá. Tær 6 meginreglirnar eru:

1. Fiskiríkdømi er ogna Føroya Fólks

2. Stovnsrøkt og burðardygg veiða

3. Á Føroyskum hondum

4. Virðisøking í Føroyum

5. Føroyskir sáttmálar og reglur

6. Altjóða avtalur og atgongd til marknaðir og virðisøking Les meira á: www.tjodveldi.fo

Tíanverri er tað sum at “sletta vatn á Gás” fyri summar flokkar, og teir velja at nýta alla sína orku uppá at forsvara eina “sjúka” skipan, heldur enn at standa saman og loysa hesa avbjóðing.

Jóhan Christiansen

Valevnið fyri Tjóðveldi