Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

22. umfar: 4 av 5 dystum kunnu fara báðar vegir

Norðlýsið

Eitt av teimum mest spennandi umførunum er á skránni hetta vikuskiftið, har 4 av 5 dystum á pappírinum síggja rættuliga spennandi út. Úrslitini kunnu eisini gera, at FM vinnarin verður funnin og botnstríðið kann broytast nógv.

Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir niðanfyri um hetta umfarið. Hann heldur, at hetta er eitt av mest áhugaverdu umførunum.

– Tað sum er mest spennandi við hesum umførunum er, at heili 4 dystir hava nógvan spenning yvir sær. Og burtursæð frá einum tryggum NSÍ sigri, so kunnu hinir dystirnir fara báðar vegir og í grundini kann einki úrslit har koma sum eitt beinleiðis óvæntað úrslit. Ikki uttan so, at vit fáa onkran stórsigur, og tað vænti eg neyvan. Í FM stríðnum kann B36 í veruleikanum tryggja sær FM heitið hetta umfarið, tí vinnur B36, so er tað áleið 95 % sikkurt, at árstalsfelagið endurvinnur FM. Í botninum kunnu FC Suðuroy og AB fáa eitt broytt útgangsstøðið eftir hetta umfarið, tí bæði liðini hava realistiskan møguleika at vinna sín dyst. Spurningurin er bara, hvør av teimum tekur av? Hetta er eitt av teimum truplu umførunum at tippa, sigur Jákup undan umfarinum, sum verður tippað niðanfyri.

NSÍ-EB/Streymur

Avgreiðsluspurningur hjá NSÍ. NSÍ vann 8-0 fyrr í ár á EB/Streymi, men helst fer steypafinalan um eina viku at gera, at NSÍ fer at slappa meira av og kanska hvíla onkrar leikarar, tá heimaliðið er komið nøkur mál framum. Tipping: 1

AB-TB

Her er stórt trýst á AB. Tí liðið er undir strikuni og hevur her eina uppgávu á heimavølli, sum skal geva stig. Eg haldi eisini, at FC Suðuroy væl kann vinna sín dyst og ger FC Suðuroy tað, so kann AB ikki tapa her. TB liðið fekk trýst KÍ aftur á vøllin í seinna hálvleiki seinasta umfar, har einki bendi á, at TB hevur mist luftina, nú lítið er at spæla fyri. Hesaferð er tað AB, sum hevur meira at spæla fyri, men tað er ikki vist, at tað verður ein fyrimunir. Eg trúgvi ikki, at TB vinnur, men tað er ringt at taka dagar ímillum ein javnleik ella ein AB sigur. AB fer at gera nógv fyri at vaska avrikið móti HB av sær hesaferð. Tipping: 1

ÍF-HB

Bara einaferð av seinastu seks dystunum hevur ÍF latið færri enn 3 mál inn. Tá tann dysturin var ímóti EB/Streymi so sigur tað alt um, hvussu illa fyri ÍF er í løtuni. Kanska er tað heldur ikki so óvæntað, tí ÍF misti alt at spæla fyri tíðliga í ár og helst hevur hópurin trupult við at motivera seg fyri restina av kappingini. Hjá HB ljóðaði, at liðið spældi við meira spæligleði seinast, og nú er spurningurin, um venjaraeffektin fer at seta fer á HB liðið aftur. HB plagdi at trívast illa í Fuglafirði, men nú er nýtt graslíkið í Fuglafirði, so dygdin í spælinum eigur at hækka. Tað passar helst báðum liðunum væl. Men vánaliga formkurvan hjá ÍF ger, at HB er favorittur. Tipping: 2

B36-Víkingur

Vinnur B36 her, so fer man at hyggja aftur á kappingarárið 2015 og siga, at hetta var dysturin, sum endaliga avgjørdi FM stríðið. Tí vinnur B36 8. sigurin á rað, so vil eg pástanda, at FM er avgjørt. Tað vildi verið eitt sindur spell fyri kappingina, tí ov nógv umfør eru eftir til at meistarastríðið longu skal vera mest sum avgjørt. Víkingur vann seinast í Gundadali móti B36, tá liðini møttust í einum undirhaldandi steypadysti. Tá var Víkingur kanska eitt sindur avskrivað áðrenn og hevði einki at tapa samstundis, sum steypasiðvenjan hjá Víkingi ikki skal undirmetast. Víkingur legði nógv meira fyri dagin tá, men hesaferð kann væntast, at heimaliðið er sera uppsett frá byrjan uppá, at tað sama ikki skal endurtaka seg. Víkingur skal vinna hendan dystin fyri at hava ein FM møguleika víðari og Víkingur er ofta tað besta liðið til at vinna toppdystir. Eg vænti ein sera tættan og spennandi dyst, har álopið hjá Víkingi við Finni Justinussen og Andreas Lava Olsen fer at geva B36 verjuni størri trupulleikar, enn hon er von við, har serliga Lava er góður í toppdystum. Men verður Lukasz Cieslewicz í hopla, so kann hann eisini avgera dystin. Nærum ómøguliga at tippa eitt útfall av hesum dystinum, tí tað er so javnt. Men eg royni Víking av tí, at Víkingur er væl fyri til slíkar einstakar dystir, hevur størri brúk fyri at vinna og hevur fyrr í ár havt gott tak á B36. Tipping: 2

FC Suðuroy-KÍ

FC Suðuroy hevur ikki vunnið seinastu 7 dystirnar, meðan KÍ bara hevur vunnið einaferð av seinastu 7 dystunum. Tí er hetta ein dystur millum tvey lið, sum ikki hava viðgongd í løtuni, men sum hava nógv at spæla fyri. FC Suðuroy er betri mannað enn leingi og spælir á heimavølli fyri næstseinastu ferð í ár. KÍ er skert til dystin og eg dugi at ímynda mær, at á útivølli verður missurin av bæði Páll A. Klettskarð og Kenan Hajdarevic stórur, tí hetta eru typur, sum rigga væl til tær meira truplu umstøðurnar á útivølli m.a. í Vági, har vánaligi vøllurin ger tað ómøguligt at spæla flótandi spæl. Tískil spæla liðini helst nógv við longum bóltum og legga orkuna í deyðbóltar. Eg síggi fyri mær ein javnan dyst, har tilvildin kann spæla inn, um ein vinnari skal finnast. Javnleikur er eitt gott boð í einum dysti millum tvey lið, sum eru í áleið somu støðu bæði innan form og tað, at tey hava nógv at spæla fyri. Tipping: X