Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vatnkríggið eitt av teim bestu á Sjómannadegnum nakrantíð

Oliver Joensen

 Foreldur og børn, abbar og ommur, ja, langommur og langabbar við hugnaðu sær óført á Vágni og við Vágna í dag, tá eitt tað størsta vatnkríggið nakrantíð fór av barkastokki og helt á til langt út á kvøldið.

Vit frá Føroya Sjómannadegi hava ómetaliga nógv at takka øllum skipsmanningunum og skipa- og bátaeigarum fyri, at tey ár um ár geva bátarnir til hesa uppliving fyri bygdafólkið ið gevur ekkó nógv ár fram í tíðina.

Hetta er ein løta, har øll aftur eru børn saman, líka frá til elsta til tann yngsta. Ein ótrúlig uppliving og ein ótrúlig samanrenning og samansjóving av ættarliðunu. Umframt at føroysku grindadrápini hava givið okkum mat á borðið, so hevur altíð verið sagt, at tey umframt tað, hava havt sosialan týdning fyri lokalsamfeløgini. Vatnkríggið hevur á sama hátt, um ikki størri, ótrúligan sosialan týdning.

Ikki minst eiga Briil og Triton tøkk frá okkum fyri at sýna virðing fyri tí arbeiði, menninir aftanfyri Føroya Sjómannadag gera og hava gjørt.

Og ikki minst, tak til øll tykkum mongu, sum luttóku í “krígnum” í dag. Hvussu mong vit vóru er ilt at siga nakað um. Men 300 høvdu tekna seg til fiskikapping og útivið 500 til Vatnkríggið, tá Eik Banki lat aftur ídag Leggja vit foreldur og skipsmanningar afturat, so vóru hellst eini 2 til 3000 fólk við Vágna ídag.

Í morgin er ein annar dagur, ið byrjar við morgunmatarborði!