Ójavnt er sum fiskiskapurin roynist. Nú Kósabrúgvin er vorðin so long, sást munur á fonginum, alt eftir hvar tú stóð á brúnni og fiskaði.
Tað sjálvsama í ár er, at fiskurin, ella seiðurin við brúnna er sera stórur. Ja, onkur helt at við hvørt var Upsin, sum trolararnir fingu lítið størri og kanska við hvørt minni, enn seiðurin børnini fingu við Kósabrúnna í ár. Sjálvt um veðrið ikki var av tí allar besta, so royndist fiskiskapurin bara hampuligur. Hugnaligt var á Kósini, tað lata vit myndirnar siga eitt sindur um. Aftaná var farið í Vatnkríggj.




