Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ gjørdi kvetti í dag

Jákup Ósá

KÍvann trupla útidystin í Vági, meðan HB misti sigurin íyvirtíðini í Fuglafirði. Tískil er Europa League stríðiðaftur púra opið, tí bara 2 stig skilja HB og KÍ.

KÍspældi ein góðan dyst í Vági í dag. Ikki við flótandi spæli,tí tað loyvir vøllurin í Vági ikki, men við einum avriki, harliðið helt FC Suðuroy niðri á heilt fáum møguleikum, meðan KÍskapti ríkiligt av góðum málmøguleikum.

FCSuðuroy byrjaði annars nógv betri og legði eitt stórt trýst áKÍ í nógvum undanvindi. M.a. við kanska eini 7 hornaspørkumfyrstu 8-10 minuttirnar. Og einaferð mátti Meinhardt Joensen, sum var sera tryggur í dag, stórbjarga. Men burtursæð frá hesum, so helt KÍ FC Suðuroy frástórum møguleikum mesta partin av dystinum. KÍ kom sum fráleiðbetri við og skapti eisini teir størstu møguleikarnar. Beint fyrihálvleik fekk KÍ brotsspark, tá altíð vandamikli Heðin Klakstein bleiv feldur ogsamstundis bleiv útlendski FC Suðuroy miðverjin útvístur.Jóannes Bjartalíð skoraði ikki í fyrstu atløgu, men tábólturin kom út aftur, so skoraði hann. Í seinna hálvleiki varKÍ greitt betra liðið og skapti eisini nógvar góðar støður ogmøguleikar. Heðin Klakstein skoraði einasta málið í seinnahálvleiki.

2-0var endaliga úrslitið, men útfrá leikgongdini allan dystin, sokundi KÍ havt vunnið við fleiri málum. Eitt gott avrik hjá KÍ,sum við hesum vann sín 5. útisigur í seinastu 40 útidystunum.