Tað er púra rætt, sum tú sigur í greinini ‘Tey útvaldu’, Jacob: “Tey sum starvast í fiskivinnuni í dag, reiðarar og partaeigarar í fiskivinnufyritøkum, eru ikki politiskt útvald, sum Høgni Hoydal, Magni Arge, Poul Michelsen, Aksel Johannesen, Sjúrður Skaale og fleiri við teimum, royna at billa fólki inn.”
Eg eri so púra samdur við Jacob Vestergaard, um andstøðan einki betur hevur at borðreiða við enn hetta sjabbið uppaftur og uppaftur í saman, so kann tað illa takast fyri annað enn bluff.
So Jacob, fyri at fáa gjørt enda á hesum fjasinum, kanst tú ikki einaferð med alla greiða hasum vilstu løgtingslimunum og sjálvandi eisini føroya fólki frá:
– Hvørja loyvisskipan vit hava og hvussu hon virkar ítøkiliga
– Hvat eitt veiðiloyvi er, hvussu tað er íkomið og hvørja uppgávu lands-stýrismaðurin hevur í samband við veiðiloyvir
– Nær og hvar løgtingið hevur samtykt, at landsstýrismaðurin kundi umgera rækju-, flaka-, línu, garna- og Kyrrahavsveiðiloyvir um til uppisjóvarloyvir í føroyum.
Løgtingið gjørdi jú eina serskilda lóg viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá ídnaðarskipunum á sinni, og sum dømi so komu Hans Erik, Borðoyarnes og Sigurdfarið ikki aftur í frøroyskan sjógv, tá rættindini sum veiðiloyvi varð útskrivað til blivu burtur.
Greið líka vilstu løgtingslimunum frá, nær og hvar var í lógini, at løgtingið hevur givið landsstýrismanninum heimild at gera av, at 150-200 veiðiloyvir hjá feløgum til tosk, hýsu, upsa, longu, brosmu svartkalva, havtasku, blálongu í føroyskum sjógvi frá 1993 eru fyri einki at rokna, sammett við eitt veiðiloyvi, útskrivað til privat rættindi í Suðurkyrrahavinum í 2006, tá um makrelrættindi í føroyum ræður.
Jacob, eins og tú so eri eg troyttur hesum sjabbinum. Les teimum tesktin, so vit fá tað yvirstaðið og øll kunnu koma viðari í valskránni.
Vh,
Óli Jacobsen




