Nú stundar til løgtingsvalið 1. september og við hesum kunngera vit valstøðini í Klaksvíkar Kommunu.
Nú stundar til løgtingsvalið 1. september og við hesum kunngera vit valstøðini í Klaksvíkar Kommunu.
Sum kunngjørt, verður løgtingsval týsdagin 1. september 2015.
Valt verður á hesum valstøðum:
Skúlanum við Ósánna í Klaksvík
(Klaksvík, Ánir og Norðoyri)
Í róðrarneystinum, í Urðini 9, Árnafjørður
(bygdin Árnafjørður)
Skúlin í Mikladali
(bygdirnar: Mikladalur og Trøllanes)
Skúlin í Svínoy
(bygdin Svínoy)
Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 10.00 og 20.00 og so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Miðlan, tlf. 41 00 00, inntil mánadagin 31. august á middegi.
Samstundis verður sagt frá, at valkort til løgtingsvalið eru send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Miðlan tlf. 41 00 00.




