Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barnaval á Klaksvíkar bókasavn

Tíðindaskriv

Nú hava børnini eisini møguleikan at velja. Valevnini til valið eru kend frá barnabókum og vallyftini eru spennandi so sum – Nei til fastar songartíðir, Nei til hvítar lygnir og Ja, til bomm hvønn dag.

Mikudagin 26. august verður atkvøðukassin settur upp á bókasavninum og til ber at atkvøða til 1. september kl. 18.00, tá letur valstaðið aftur. Valevnini hava sjálvandi gjørt vakrar valplakatir og tær verða eisini at síggja á bókasavninum. Umframt á Klaksvíkar bókasavn verður eisini barnaval á Býarbókasavninum í Havn. Hugskotið er, at børnini læra demokratisku tilgongdina á ein stuttligan hátt, samstundis sum ljós verður varpað á barnabókmentir.