Í einum so ríkum samfelag sum okkara skuldi tað verið sjálvsagt, at ongi børn skulu verða noydd av landinum, tí tey ikki hava ráð at búgva her, men soleiðis er tíverri ikki. Smábarnafamiljur við børnum 0-9 ár í fákækraváða flyta nógv oftari av landinum enn tær familjur, sum ikki eru í fátækraváða
Nýggj tøl frá hagstovuni tala sítt greiða mál. Tað flyta nógv fleiri børn í aldrinum 0-9 ár í fátækraváða av landinum enn onnur børn. Í 2013 fluttu 47% fleiri børn í fátækraváða av landinum, enn børn sum ikki eru í fátækraváða. Hetta høga tal sigur okkum, at fíggjarstøðan hjá familjum hevur ein avgerðandi leiklut, tá tey flyta úr Føroyum.
Tað eigur ikki at koma fyri, at smábarnafamiljur mugu í leita sær í útlegd, tí tey ikki hava ráð at búgva her.
Í kanningini ”Brostnar vónir” har samrøður vóru gjørdar við foreldur og børn í fátækraváða, greiddu flestu foreldur frá, at tey oftani hugsaði at flyta av landinum, tí tey mettu at útlitini fyri at kunna forsyrgja sær og sínum er nógv betri í Danmark, har til ber at fáa bíligari bústaðir, bústaðarískoytið og lægri kostnaðarstøði.
”Vit fluttu til Føroyar fyri nøkrum árum síðani. Eg vil verða í Føroyum. Eg vil hava, at míni børn duga sítt móðurmál. Tað má verða pláss fyri okkum her, sjálvt um vit ikki eru so væl fyri fíggjaliga. Eg geri alt tað eg kann, fyri at tað kann lata seg gera, men børnini vilja sleppa niður aftur, tí tað er alt ov hart at búgva í Føroyum.” (mamma við 2 børnum)
Av teimum børnum, sum tóku lut í samrøðunum í 2012, eru meira enn helvtin flutt úr Føroyum, og tað gevur eina greiða mynd av støðuni hjá børnum í fátækraváða. Hóast tey fegin vilja búgva her, so hevur familjan ikki ráð, og politiska skipanin hevur bara latið staðið til, og einasti útvegur hevur verið hjá nógvum av hesum familjum at leita til annað land at skapa sær eitt virðiligt lív.
Tað er munur á at flyta til okkurt, also at flyta tí tú skalt nema tær útbúgving, og at flyta frá onkrum, tí tú ikki klárar at breyðføða teg og tíni børn, og tí noyðist av landinum.
Veingir, røtur og orsøkir at verða verðandi.
Gev teimum tú elskar veingir at flúgva, røtur at koma aftur til og orsøkir at vera verandi. Orðini hjá Dalai Lama er sjálv kjarnin í spurninginum um fólkavøkstur – tí sjálvandi skulu vit eggja fólki at fara um tað er, tí tey fara at menna ella útbúgva seg, men vit mugu heldur ikki gloyma, at fjálga um tey sum eru her og geva teimum bestu umstøður, so tey kunnu verða verandi.
Álitið um fólkavøkstur var áhugavert, og sjálvandi skulu vit seta fleiri tiltøk í verk beinanvegin, men vit mugu eisini halda fokus her heima, og gera tað so gott og liviligt fyri fólkið her heima, so ongin noyðist av fara vegna fátækradømi, vantandi rættindi, tilboð, veitingar ella vegna at skipanir fyri børn við serligum tørvi ikki eru nøktandi.
Fáa vit skapað einar Føroya, sum eru rúmligar og javnar, har vit øll telja við, og vit øll hava virði í okkum sjálvum, og har tað er pláss fyri okkum øllum, so skapa vit samstundis fólkavøkstur.
Fólk støðast og flyta til har, sum tað er gott at búgva. Okkara uppgáva sum politikarar er at skapa bestu fortreytir fyri at øll í Føroyum kunnu liva eitt virðiligt lív, har bæði børn og vaksin kunnu mennast og trívast.
Javnaðarflokkurin hevur púra greið mál fyri, hvussu vit skapa einar Føroyar har fólk støðast, trívast og mennast, og har fólk flyta til.
Onki barn skal liva í fátækradømi: Ongin eigur at verða noyddur í útlegd orskað av fíggjarligum ávum, og tey sum eru farin skulu kunna koma heimaftur til eitt betri lív, enn tað tey fluttu frá. Økt barnaískoytið til fíggjarliga sperdar familjur skal lyfta øll tey 1300 børini út fátækraváða og geva hesum familjum ein virðiligan gerandisdag.
Barnabeini til smábarnafamiljur: Smábarnafamiljur við børnum undir skúlaaldri eru oftani fíggjarliga sperdar. Barnabeinin gevur øllum lág og miðalløntum barnafamiljum við børnum undir 7 ár ein barnabeina á 1000 kr um mánaðin fyri hvørt barn.
Øll børn eina góða byrja: Barsilsfarloyvið verður longt til 1 ár og eitt minstamark verður ásett í barsilsútgjaldinum, so onki barn verður føtt til fátækradømi.
Ein fjølbroyttan bústaðarmarknað: Tað er átrokandi at skapa ein leigumarknað, sum gevur øllum, sum vilja búgva her, ein góðan bústað, sum tey hava ráð til. Neyðugt er at fáa til vega bíligar leigubústaðir til barnafamiljur og lesandi. Bústaðir má saðla um og byggja bústaðir til tann tørv, sum føroyska samfelagið hevur.
Við hesum átøkum, sum Javnaðarflokkurin fer at fremja, tá ið hann kemur til valdið, skapa vit fíggjarliga sperdum familjum somikið góðar umstøðum, at tey ikki av fíggjarávum eru tvungin av landinum. Eisini skapa vit fyritreytir fyri, at tey sum farin eru, kunnu venda heimaftur til einar betri og rættvísari Føroyar.
Sonja J. Jógvansdóttir, valevni hjá Javnaðarflokkinum




