Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jenis ræðist frælsu pressuna

Rigmor Dam

Í einum óvanliga niðrandi samanvavstri um miðlar, bøn og sosialismu mælir formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, til at avtaka Kringvarp Føroya.

Nú hevur Miðflokkurin ongantíð útmerkað seg fyri rúmligheit, men tá ið beinleiðis verður mælt til at skrykkja grundarlagið undan okkara fremsta miðli, má eg tala harðliga at.

Lat tað vera sligið rimmarfast, at Javnaðarflokkurin til eina og hvørja tíð vil sláa manngarð um Kringvarpið, og Jenis av Rana skal ikki sleppa at hepnast við sínum ódemokratisku ætlanum, sum leiða tankarnir aftur á eina dapra tíð í farnu øld.

Kringvarp Føroya er hornasteinurin í føroyska miðlalandslagnum, og bert við einum sterkum og vælvirkandi kringvarpið ber til at upplýsa tann breiða almenningin og varpa ljós á viðurskifti í samfelagnum, sum ikki altíð tola dagsins ljós.

Tað veit Jenis av Rana væl, og er hetta fremsta orsøkin til illsinnisgleps hansara mótvegis kringvarpinum.

Undir samgonguni hjá Jenis seinastu fýra árini, hevur Kringvarpið ferð aftaná ferð lýst rotinskapin, sum hann saman við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava hildið hondina yvir.

Málini um Anitu, duldu tunnilsverkætlanina, lygnirnar hjá løgmanni, korini hjá støkum uppihaldarum og eina karráa fiskivinnuumsiting eru góð dømi um hetta sama.

At Jenis vildi verið hesar sendingar fyriuttan, ivist eg ikki í, men í einum demokratiskum samfelag eru vælvirkandi miðlar mangan ein av garantunum fyri, at tað, sum ikki er rætt, kemur fram í ljósmála.

Í tilafturskomnum og harðrendum diktaturstatum sum Norðurkorea, hava politikararnir sama ynski sum Jenis: at miðlarnir eru ófrælsir, trælkaðir og tosa við somu tungu sum tey ráðandi.

Eisini í lutvíst demokratiskum samfeløgum so sum Russlandi hava vit seinastu árini sæð, hvat hendir, tá ið pressar ikki fær frælsi at virka. Tá rotnar staturin, og mangan hevur hetta kostað teimum tíðindafólk lívið, sum dittaðu sær at muta ímóti rotinskapinum.

Hetta er neyvan ein kós, ið nakar ynskir fyri okkara land, og vónandi heldur ikki Jenis av Rana.

Heldur skulu vit styrkja Kringvarp Føroya, so karmarnir at virka undir gerast upp aftur betri. Ein fræls, sterk pressa gevur uppaftur betri public service.

Privatu miðlarnir skulu sjálvsagt eisini hava góð kor at virka undir, og tað vil Javnaðarflokkurin eisini til eina og hvørja tíð virka fyri. Herundir Lindin, so Jenis framhaldandi kann hava ein pall av bera sín boðskap frá.

Vilt tú eisini tað, skalt tú seta krossin við Javnaðarflokkin 1. september.

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin