Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósbjørn skoðar verkið

Dávur Winther – Myndir: Dávur Winther

Í gjár var Ósbjørn Jacobsen, arkitektur við allari teknistovuni og hugdi at byggibúningini fyri Biskupstorgi á Sandinum í Klaksvík, sum nú er komin væl áleiðis.

Á teknistovuni hjá Ósbjørn Jacobsen starvast í løtuni sjey fólk, har tvey teirra eru starvslesandi arkitektar, annar frá Onglandi og hin úr Fraklandi.

Teknistovan hjá Ósbjørn var við til at vinna teknikappingina fyri nýggju miðbýarælanina í Klaksvík, sum Biskuptorg er ein partur av. Ósbjørn er eisini ráðgevandi arkitektur fyri íbúðarbyggingina, Birkupstorg.

Við til stutta ástaðarfundin var eisini Eskild Norðbúð, byggifrøðingur hjá Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari fyri byggiverkætlanini, ið hevur eina gundvídd á 1.000 m2við samlaðari bústaðarvídd á 5.000 m2.

Íbúðarbygningurin við 30 íbúðum skal standa liðugur á sumri 2017. Kjallari verður undir, og síðani veghæddin, ætlað lættari vinnu og omaná heni tvær og tríggjar íbúðarhæddir. Samlaði kostnaðurin er 90 mill, har íbúðarparturin liggur um 65 mill.