Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fingarnar vekk frá kommunukassunum

Rigmor Dam

Javnaðarflokkurin vil fíggja skattalættan til lág- og meðalinntøkur uttan at stinga fingrarnar í kommunalu kassarnar

Javnaðarflokkurin hevur meldað púrasta greitt út, at ein skattalætti til lág- og meðallønt er partur av valskrá okkara.

Hetta er eitt lyfti, sum vit vilja halda, og hetta er eitt lyfti, sum verður fíggjað við umskipan av eitt nú tilfeingisvinnunum.

Sitandi samgonga gav stórar skattalættar til teirra, sum høvdu minstan tørv á tí. Teimum á ovaru rókunum í samfelagnum. Tey høvdu fýra ár til at geva lægru inntøkunum sama lætta, men í fýra ár funnu tey ongantíð lagaligu løtuna til at fremja hetta.

Sum ketta úr høvdatrogi siga tey nú, at Palleba eisini skal hava sín skattalætta, men tey ætla ikki at fíggja lættan sjálvi. Nei, tey vilja hava kommunurnar at rinda fyri henda skattalætta.

Tað kann væl vera, at fleiri kommunukassar í dag eru væl fyri, men vit skulu minnast til, at hetta eisini er tvingandi neyðugt. Landið hevur lagt eldraøkið út til kommunurnar, og tað er alt, sum bendir á, at hetta er eitt øki, sum krevur risaíløgur í framtíðini. Ein sterk fíggjarstøða hjá kommununum er tvingandi neyðug, um kommunurnar skulu møta hesi avbjóðing og soleiðis verða við til at lyfta framtíðar vælferðarsamfelagið.

Tað kemur tí ikki upp á tal, at løgtingið skal lóggeva pengar úr kommunukassanum. Slettis ikki, tá hetta skal gerast fyri at bøta um sosialar skeivleikar, sum sitandi samgonga sjálv hevur framt.

Setið tí X við lista C á løgtingsvalinum

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin