Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósømiligt álop á Kringvarp Føroya

Tíðindaskriv

Jacob Vestergaard, valevni hjá Fólkaflokkinum, brýtur spælireglurnar og tekur sær egnan rætt, tá hann sýtir fyri at svara spurningum frá Kringvarpi Føroya, men ístaðin velur at sáa illgruna um trúvirðið okkara. Kringvarp Føroya vísir staðiliga aftur, at ójavnvág er í valdekninginum hjá stovninum, sum Jacob Vestergaard sipar til.

Tíðindaskriv frá KvF

Kringvarp Føroya hevur í valdekningi sínum valt ein leist, har Dagur og Vika endar við einum valmagasini. Í innsløgum og samrøðum kanna vit nærri politiskar pástandir, sum hava verið frammi í valstríðnum. Soleiðis var eisini í gjár, tá vit hugdu nærri at pástandum, sum hava verið á lofti í sambandi við fiskivinnuna.

Eins og onnur valevni, hevur Jacob Vestergaard verið gestur í beinleiðis valfundi úr Runavík. Eins og onnur valevni, hevur hann eisini fingið høvið at vera við í redigeraðu tema-innsløgunum, sum verða send í okkara valmagasini. Valevni úr øllum flokkum og øll landsstýrisfólk hava tikið lut undir hesum treytum.

Men ikki Jacob Vestergaard. Jacob Vestergaard krevur sersømdir, tí hann vil einans gera samrøðu við Kringvarp Føroya, um samrøðan er beinleiðis og óredigerað.

Hetta er í stríð við fjølmiðlasiðvenjurnar, sum Kringvarp Føroya og aðrir fjølmiðlar í okkara grannalondum arbeiða eftir. Hesar siðvenjur hava tikið skap ígjøgnum hálvtannaðhundrað ár, síðani miðlarnir blivu frælsir, og vit fingu fólkaræði um okkara leiðir.

Tí kemur tað ikki upp á tal, at Kringvarp Føroya víkir frá egnum siðvenjum, fyri at góðtaka krøv frá teimum, sum vit ynskja samrøður við til okkara tíðindaflutning.

Sum tíðindaberi skal Kringvarp Føroya í sambandi við valdekningin viðgera riknu fiskivinnuna. Tað er okkara skylda, og tað eigur Jacob Vestergaard ikki at uppfata sum eitt álop á seg. Jacob Vestergaard hevur sitið sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum í mong ár, og tí er tað hann, ið skal svara teimum atfinningum, sum serfrøðingar og politikarar hava til førda fiskivinnupolitikkin.

Hetta er ein natúrligur partur í okkara arbeiði, og Jacob Vestergaard eigur at virða hesar spælireglur.

Vinarliga/regards

Dia Midjord

Stjóri/CEO

Kringvarp Føroya/The Faroese Broadcasting Corp.

Beskrivelse: Description: kringvarp_logo