Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veljarakanning í Klaksvík: Kvinnurnar velja Javnaðarflokkin

Jákup Ósá

Javnaðarflokkurin var best umtóktur millum kvinnurnar, sum luttóku í veljarakanning hjá Norðlýsinum seinnapartin í dag.

Norðlýsið gjørdi til stuttleikar eina lítla veljarakanning í einum matvøruhandli í Klaksvík seinnapartin í dag. Tilsamans valdu næstan 100 fólk at luttaka í kanningini og býtið millum kvinnur og menn var áleið 50/50.

Liðugt er at telja atkvøðurnar hjá kvinnunum, sum atkvøddu í dag. Og millum kvinnur, sum vóru til handils í dag var Javnaðarflokkurin størsti flokkurin við 31,3 % av atkvøðunum. Fólkaflokkurin og Tjóðveldi lógu nakað aftanfyri við ávikavist 22,9 og 20,8 %.

Úrslitið av veljarakanningini millum kvinnurnar í einum tilvildarligum matvøruhandli í Klaksvík seinnapartin var hetta:

Fólkaflokkurin: 22,9 %

Sambandsflokkurin:8,3 %

Javnaðarflokkurin: 31,3 %

Nýtt Sjálvstýri: 0 %

Tjóðveldi: 20,8 %

Miðflokkurin: 2,1 %

Framsókn: 4,2 %

Ikki tikið støðu/blankt/fara ikki á val: 10,4 %

Seinni hava vit um, hvør fær flestar persónligar atkvøður millum kvinnurnar í Klaksvík, sum keyptu inn seinnapartin. Og seinni verður eisini meira um, hvat menninir velja og hvørjir fara avstað við persónligu atkvøðunum.

Harleyfacadeacryl