Metingar: Spenningurin í Effodeildini í løtuni snýr seg fyrst og fremst um, hvør skal sleppa út í Europa og hvør skal umganga at flyta niður.
Víkingur og NSÍ hava longu spælt sín dyst í 23. umfarinum. Tveir dystir vera hóskvøldið, meðan tveir vera sunnudagin.
EB/Streymur-FC Suðuroy
EB/Streymur má royna at finna seg sjálvt aftur og um ikki annað brúka seinastu dystirnar til at byggja nakað upp, sum kann brúkast í 1.deild næsta ár. T.d. við at brúka leikarar, sum vera í felagnum framyvir og sum fáa gott av royndum seinastu umførini, nú einki trýst er á, tí liðið er flutt niður. Hjá FC Suðuroy kom illa við, at stinni verjuleikarin Christian Ibeagha fekk reytt kort seinast. FC Suðuroy hevur alt at stríðast fyri, tí nú er liðið undir niðurflytingarstrikuni og hetta er møguleikin til at fáa stig og helst skulu 3 stig til. Talan er um dyst millum tvey tey aftastu liðini og tískil eiga liðini at vera hampuliga jøvn serliga, tá EB/Streymur er á heimavølli. Er heimaliðið orduliga motiverað, so kann EB/Streymur fáa stig og kanska enntá fáa ársins fyrsta heimasigur, men FC Suðuroy er lítil favorittur. Tipping: 2 (1-2)
TB-ÍF
Tvey lið sum einki stórvegis hava at spæla fyri. TB skal vaska eitt sjáldsama stórt tap av sær, meðan ÍF framdi sítt besta avrik í seinnu hálvu seinasta vikuskiftið móti HB. Hjá ÍF hava Bartal Eliasen og Ari Ó. Ellingsgaard leikbann, og kanska ger tað TB til ein lítlan favoritt. Men dysturin kann fara báðar vegir og sum oftast endar dysturin í Trongisvági millum hesi bæði liðini við javnleiki. Tipping: 1 (3-2)
HB-B36
HB hevur nógv at spæla fyri og B36 hevur næstan tryggjað sær FM. HB er uttan leikbannaða Fróða Benjaminsen, meðan B36 er uttan leikbannaða Róald Jakobsen. Nógv sannførandi úrslit hjá B36 seinastu tíðina hava gjørt, at FM heitið nærum er komið í hús. Mál fara ikki ígjøgnum, men grannarnir eru helst sera svangir hesaferð. Bæði at fáa ársins fyrsta sigur móti B36 og at halda KÍ aftanfyri í stríðnum um Europa League. Hjá B36 er tað eingin vanlukka at tapa og júst hetta kann gera, at HB hevur nógv betri møguleika enn stigatalvan sigur. Tað verður helst ein rættuliga spennandi dystur, sum kann fara báðar vegir. Tað vildi verið typiskt av HB at steðga longu røðini hjá B36, men tippingin hellir til komandi FM vinnararnar vegna longu sigursrøðina, har einki mál heldur fer ígjøgnum fyri tíðina. Tipping: 2 (0-1)
KÍ-AB
Ein av mest týðandi dystunum hetta umfarið verður í Klaksvík. Bæði liðini mugu vinna, tí tey eru í harðari kapping við sínar kappingarneytar á stigatalvuni. KÍ hevur yvir longri áramál havt gott tak á AB og í Klaksvík hevur KÍ verið sannførandi hetta kappingarárið. Tá KÍ nú er á heimavølli, so fer heimaliðið helst at royna at mynda dystin, og so er spurningurin, hvat taktiskt trekk Sámal Erik Hentze kemur við, tí AB hevur nógvar góðar fótbóltsleikarar á liðnum. Velur AB at leypa á, so fáa vit ein góðan dyst. Hóast KÍ hevur góð úrslit á heimavølli í ár, so er sum oftast talan um teprar sigrar sum t.d. móti AB, FC Suðuroy og TB. Ein tepur heimasigur aftur hesaferð. Tipping: 1 (2-1)




