Í dag sóu teir á Kallanesi, ið er á línuveiðu á Sandoyarbankanum, ein bláhval, tætt hjá skipinum. Skiparin, Árni Zachariasen sigur, at tað var ein ógvuslig sjón og ein øgiligur blástur.
Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum sigur í stuttari viðmerking, at tað fær hann væl at passa at teir á Kallanesi hava sæð ein slíkan, tí tá Bjarni Mikkelsen var við í hvalateljingunum fyri stuttum, tá sóu teir tveir bláhvalir, sunnanfyri Føroyar, teir blivu tó ikki sæddir saman.
Hetta boðar frá, at bláhvalurin er eitt sindur eystari á í ár enn vanligt hevur verið seinnu árini.




