Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skulu fiskirættindini takast inn í 2018? Fýra flokkar siga nei og tríggir siga ja

Jákup Ósá

Á valfundinum í Klaksvík hósdagin kom fram, at ósemjan um fiskivinnupolitikkin er stór.

Flokkarnir blivu spurdir ein ja/nei spurning um fiskirættindini skuldu takast inn í 2018, tá øll loyvir ganga út.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin søgdu nei til at loyvini skulu takast inn, meðan Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn søgdu ja til at taka fiskiloyvini inn, tá spurningurin bleiv settur í Skúlanum á Skúlatrøð hósdagin. Júst fiskivinnan er helst eitt av størstu málunum, tá nýggj samgonga skal skipast. Og so er spurningurin, um semjan viðv. spurninginum um fiskiloyvini skulu takast inn er ein ábending um, at vit antin fáa eina samgongu við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkinum ella eina við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn.