Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróður serstaka játtan!

Bjarni Hammer

Tjóðarítróttur okkara eigur at hava eina serstaka játtan á fíggjarlógini.

Kappróður er tjóðarítróttur okkara. Bátasmíðið er serstakt og ein partur av føroyska mentanararvinum. Vit mugu gera tað, vit kunnu, fyri at varðveita hetta.

Ein háttur at stuðla kappróðrinum kundi verið at veitt stuðul til bátasmiðir, soleiðis, at tað verður lættari hjá teimum at hava lærlingar. Bátasmið er neyvan mest lønandi vinna, vit hava, tí kann tað vera sera tungt hjá einum bátasmiði at hava lærlingar.

Ein grunnur kundi eisini verið gjørdur fyri at stuðla uppundir nýgerð av kappróðrarbátum. At byggja ein kappróðrarbát er sera tungt hjá einum lítlum ítróttarfelagi, og tað drenar smáu nevndirnar fyri orku. Ein grunnur kundi hjálpt uppá hettar og samstundis givið bátasmiðunum meira at gera.

Stuðul kundi eisini verið veittur til ein fulltíðar samskipara hjá RSF. Hesin kundi sostatt havt fríari ræsir til at ment kappróðurin og sloppið kundi verið undan teimum djúpu aldudølunum, kappróðurin ofta endar í.

Kappróðurin er ein so serstøk, føroysk ítróttargrein, at hon eigur eitt serligt pláss á fíggjarlógini, eins og hon altíð hevur átt eitt serligt pláss í hjartanum á føroyingum flestum.

Bjarni Hammer

Valevni fyri Javnaðarflokkin