Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BØRN VIÐ SERLIGUM TØRVI ONGA RÚMD Í VALSTRÍÐINUM

Lasse Klein

Tað vísti tjaki í SVF tá Tóra við Keldu, forkvinna í Javna, setti spurningin hvat flokkarnir vilja gera við hendan spurning.

Talan er um børn við ymiskum dignosum, og felags er, at dignosurnar hava tung menningartarn við sær.

Eingin skipað tilboð finst yvirhøvur, hvørki fyri børn ella foreldur.

Ikki so sjáldan flyta foreldur at børnum við serligum tørvi av landinum, har munagóð hjálp kann fáast bæði fyri børn og foreldur.

UPPGÁVAN ÓMENNISKJALIG

Foreldur at slíkum børnum uppliva sterkar kenslur og eina ørgrynnu av spurningum, tá barn teirra fær eina diagnosu av slíkum slag.

Uppgávan hjá foreldrum at slíkum børnum er ómenniskjalig. Eingin hjálp er at hendan frá almennu heilsumyndugleikunum.

Spurningurin um hesi børn og foreldur teirra er so mikið álvarsamur, at spurningurin eigur at koma á politiska dagsskrá, og skrásett í einum komandi samgonguskjali.

Lasse Klein,

Valevni fyri Nýtt Sjálvstýri