Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Túratøl og tunlatos

Oda K. Strøm

Fortreytin fyri, at eitt nútímans samfelag kann liva, er eitt vælvirkandi samband við umheimin.

Eg minnist mongu túrarnar vestur í Vágar, sum barn. Koyrt varð úr Havnini til Vestmannar, har Sam móttók okkum og sigldi okkum um Vestmannasund. Túrurin vardi minst tveir tímar. Mangan var veðrið ikki til vildar, og vit vóru noydd at sita í kuldanum og bíða eftir betri líkindum.

Um tað mundið var fólkatalið í Vágunum minkandi. Fólkatalið var komið heilt niður á 1620 fólk í Vága Kommunu í 1997, men eftir at undirsjóvartunnilin kom í 2003, hevur talið verið støðugt vaksandi. Nú liggur tað um tey 2000.

Flest øll eru á einum máli um, at tunnilin er orsøkin til, at Vága kommuna hevur verið millum einastu vaksandi kommunur seinastu árini. Tunnilin – og bara tunnilin er orsøkin.

Tað er skjótt og lætt at fara ein svipptúr vestur í dag – og ikki minst gott og lokkandi at seta búgv. Eg eri vís í, at støðan vesturi í Vágum hevði verið nógv øðrvísi, um tunnilin ikki var komin!

Í dag ger sama støða seg galdandi fyri Sandoynna. Fyri 25 árum síðani búðu 260 fólk í Skálavíkar Kommunu – nú búgva 142.

Eisini í Suðuroynni er sama skil, og tølini tala fyri seg. Eingin ivi er um, at tað gongur bara ein veg við fólkatalinum, og tað er beint niðureftir. Vit mugu ásanna, at so leingi eingin trygg farleið er at hóma, verður heldur eingin broyting í fólkatalinum!

Tað er av heilt ómetaliga stórum týdningi, at arbeitt verður við at styrkja samferðslukervið um ALLAR Føroyar komandi valskeið. Ikki bert vinnuni at frama, men sanniliga eisini fyri at tryggja, nú so nógv tos er um skeiklaðu aldurssamansetingina, at yngra ættarliðið fer at reiðrast í heimbygdini heldur enn aðrastaðni.

Tí vil eg saman við Javnaðarflokkinum syrgja fyri, at túratalið hjá Smyrli verður hækkað, og at Sandoyartunnilin verður veruleiki. Ferðaprísurin á allari samferðsluni skal endurskoðast, og Landsverk skal vera verandi á almennum hondum, soleiðis at trygd verður fyri, at samferðslukervið verður útbygt, og at tænastan verður í heimsflokki til allar partar av landinum!

Oda K. Strøm

Valevni fyri Javnaðarflokkin