Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkapensiónin skattafrí !

Jákup Mikkelsen

Fær Fólkaflokkurin undirtøku fyri uppskotinum um skattalætta til lág og miðallønir, so verður fólkapensiónin skattafrí. Hetta eru góð tíðindi fyri allar pensiónistar í Føroyum. Tað er eisini neyðugt at gera broytingar soleiðis, at ein pensiónistur sum hevur møguleika at forvinna sær nakrar krónur, ikki verður brandskattaður og missir pensión.

Harafturat má tað ikki verða ein ófyrimunur at verða giftur. Vit kunnu ikki hava lógir, sum revsa fólk fíggjarliga tí tey eru gift

Skal hetta verða til veruleika, er neyðugt at Fólkaflokkurin kemur sterkur inn á Ting.

Jákup Mikkelsen valevni Fólkaflokksins