Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM: Rebekka setti nýtt met á 400m

John William Joensen

Í gjár var fyrri partur av FM á breyt hildin í góðum líkindum á Tórsbreyt. 400m hjá kvinnum var eisini á skránni, og her megnaði Rebekka Fuglø úr Treysti at betra sítt egna føroyska met, sum var 60,22 sekund,   við 1,05 sekundi og samstundis verða fyrsta føroyska kvinna, sum rennir 400 metur teinin undir minuttin, tá hon fór um málstrikuna eftir 59,17 sekund.

Ein annar ungur rennari úr Treysti gjørdi eisini bart í dag. Tað var Julian Gregersen, sum gjørdist føroyameistari á 5.000m teininum við tíðini 16.21,82 min.

Í 800m vann Rebekka eisini gull, meðan Elin K. Ryan gjørdist nummar tvey. Ungi Gunnar Sivertsen, sum bleiv  nummar fýra á 800m, setti persónligt met, sum nú er 2.08,55 min.

Kappingarnar á Tórsbreyt halda fram í dag kl. 13.00.

Myndirnar eru frá www.hvirlan.fo og hevur Bjørg Svabo tikið tær.

Harleyfacadeacryl