Mentanargrunnurin eigur at uppraðfestast. Ikki eru tað mong lond, ið eru so rík sum Føroyar, tá tað kemur til list ella mentan í síni heild!
Tað er tí av sera stórum týdningi, at føroysk listafólk hava góðar sømdir at virka undir. Mentanargrunnurin skal raðfestast, so Føroyar framhaldandi kunnu vera í heimsklassa við okkara dygdargóðu list!
Hetta er ein mentanararvur, ið vit eiga at stuðla uppundir við marknaðarføring kring heimin, til dømis í sambandi vid ferðavinnuna. Eingin ivi er í míni sál um, at føroyska listin í nógv størri mun kundi verið við til at sett Føroyar á heimskortið!
Takk tit øll, ið seta ein listarligan dám á Føroyar. Tað er balsam fyri sálina.
Sigga Óladóttir Joensen
Listi C




