Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mogens farin av Rituni með alla

Oliver Joensen

“Ein er tíðin at dansa” verður mangan tikið til. Men hjá teim alment settu er tíðin eisini ein at arbeiða. 

Í kvøld var hugnalig løta umborð á Rituni í Hvannasundi. Orsøkin var, at manningin hevði gjørt eina hugnaløtu fyri Mogens Hoysted, ið nú fór av Rituni, sum hann trúliga hevur siglt við í 16 ár. Mogens er nevniliga farin um tey sjeyti, og tá skalt tú gevast, ert tú í almennum starvi.

Men Mogens segði, at tað hevði hann onki ímóti. Hann var hugagóður um framtíðina, tí frá beiggja sínum, sum var 5 ár eldri enn hann, hevði Mogens fingið at vita, at beiggin kendi ongan pensionist, ið fekk tíðina at strekkja til, so Mogens Højsted væntaði heldur ikki at hann fór at fáa tíðina at strekkja til.

Jóan Pauli í Kongsstovu, skipari segði nøkur orð og handaði Mogensi eitt gávukort frá manningini og eitt bómutyssi frá Strandferðsli.

Jóan Pauli segði millum annað, at hann sjálvur hevði bert verið fá ár umborð, men at Mogens hevði verið hollur í ráðum og ikki minst sum tann hegnismaður hann er, so hevði Mogens Hoysted haft stóran leiklut umborð á Rituni.