Fyrstu børkurnar frá Bókadeildini eftir summarferiuna eru nú í handlunum. Umframt spennandi og nógv umtalaðu ungdómsrøðina Half Bad, eru eisini klassikarar at finna í rúgvuni, eitt nú Heksirnar eftir Roald Dahl, Bukkarnir Brúsi og tvær søgur um Herviliga Henry
—
Tadhg Mac Dhonnagáin
Tvær søgur um Dáva
Hvar er bamsan? og Eg hoyri okkurt! eru tvær pappbøkur til tey yngstu. Tikaradrongurin Dávur er sum børn flest – fittur og forvitin. Hann leitar eftir bamsu síni. Hundurin Floy vil fegin hjálpa, men tað er nú ikki bara sum at siga tað at finna bamsuna, hóast Dávur hevur sagt honum, at hon er reyð, hevur tvey eygu og armar og bein.
Niels Jákup Thomsen týddi. Bøkurnar eru 12 blaðsíður hvør og úr haldgóðum pappi.
—
Bjørn F. Rørvik og Gry Moursund
Bukkarnir Brúsi koma aftur
Fyrsta bókin um tey trý kendu geitarlombini, Bukkarnir Brúsi í baðilandi, er ein av best umtóktu myndabókunum í Noregi nýggjari tíð. Og nú kemur uppfylgjarin: Bukkarnir Brúsi koma aftur.
Bukkarnir Brúsi hugsa um, hvat teir skulu gera í summarfrítíðini. Teir báðir yngru
vilja helst sleppa uttanlands, men Stóribrúsi heldur, at tað er alt ov dýrt. Hann vil heldur niðan í feitilendið, júst sum teir plaga at gera.
– Asj, siga hinir báðir. – Hatta keðiliga fjallið.
Stóribrúsi roynir at lokka við trøllinum og vaflunum uppi í feitilendinum, og at enda fara teir hagar. Men hvar er trøllið?
Ein garvill og fantastisk søga við kátum og sprøklutum myndum.
Bókin er 42 blaðsíður og innbundin. Pauli Hansen týddi.
—
Roald Dahl
Heksirnar
Í samband við at Tjóðpallurin er farin undir at spæla leikin Heksirnar, sum er bygdur á bókina við sama heiti eftir Roald Dahl, hevur Bókadeildin endurútgivið stuttligu, klóku og spennandi barnabókina, sum er vorðin ein sannur klassikari.
Alt tær nýtist at vita um heksir, kanst tú lesa í hesari søguni. Tú hedur kanska, at heksir hava spískan hat tog flúgva á kustskaft? So er ikki. Heksirnar í hesu søguni lilla eygu, fýrkantaðar bibbur og so eru tær skallutar! Men alt hetta sært tú onki til, tí tær duga so ómetaliga væl at krógva tað. Tær ganga í vanligum klæðum og líkjast í allar mátar øðrum konufólki.
So hvussu kanst tú vita, um tann blíða konan, tú hittir, í veruleikanum er ein heks?
Bókin egnar seg væl at lesa fyri børnum 6 ár og eldri.
Bókin er 202 blaðsíður og innbundin. Eyðun Andreassen týddi.
—
Francesca Simon
Herviligi Henry x 2
Herviligi Henry vekir tey deyðu og Herviligi Henry og skrímslafilmurin, tvær nýggjar bøkur um drongin, sum øll elska at hata!
Henry er eitt ógvuliga illavorðið flogvit. Henry fer illa við so at siga øllum, men serliga illa fer hann við beiggja sínum Frálíka Fríðriki. Og so er eisini í hesaferð. Teir kappast um fjarstýringina, um grøna dinosaurin, hvør skal gera ditt, og hvør skal sleppa datt. Henry kappast eisini við Droyu Drós um at vinna sær sess í næmingaráðnum, og so hevur hann funnið ein nýggjan hátt at ræða ØLL: Hann fer at gera sín egna skrímslafilm!
Tvær herviligar bøkur. Átta søgur. Til øll sum elska herviliga stuttligar søgur, men kanska einamest til tey 7 til 12 ára gomlu.
Bøkurnar er 106 blaðsíður hvør og heftar. Bergur Rasmussen týddi.
—
Sally Green
Half Bad – Tað myrka í mær
Half Bad hevur vakt ans um allan heim og er byrjanin til eitt framúrskarandi tríverk. Ein grípandi søga um fremmandagerð og ókúgandi viljan at yvirliva.
16 ára gamli Nathan livir í einum búri: bankaður og bukaður, og vandur at drepa. Í hesi nútíðarsøguni um tveir stríðandi bólkar av heksum í Onglandi, er Nathan eitt andstyggiligt frábrigdi. Hálv hvítheks og hálv svartheks. Gitin í synd og føddur í skomm. Pápi hansara er tann mest ræðandi og harðliga heksin heimurin hevur sæð – Marcus.
Einasta vónin hjá Nathani er at rýma, finna Marcus, og fáa tær tríggjar gávurnar, sum kunnu geva honum sína egnu gandamegi, áðrenn tað er ov seint. Men hvussu kann Nathan finna pápan, tá hann er fangaður og undir eftirliti alt samdøgrið, tá ið ongin er, sum hann kann líta á, sjálvt ikki familjan, sjálvt ikki gentan, hann elskar?
Bókin, sum kom út á enskum í 2014, er longu týdd til 50 mál.
Bókin er 370 blaðsíður og heft við klaffum. Bergur Rasmussen týddi.




