Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vælaveður valdagin

Hanus Kjølbro

Valdagin fer veðrið at vera mestsum tað sama, sum tað hevur verið í dag:

Eitt andøvsgul ella stívt andøvsgul – 5 til 10 m/s – úr útnyrðingi-norði ella beinum norði. Tað kennist, at luftin er eitt vet kaldari, enn hon hevur verið teir seinastu mánaðirnar – hitin er komin niður á 10 stig.


Alt Norðuratlantshav er eitt stórt hátrýstøki í hesum døgum. Rundan um eitt hátrýst melur luftin sama veg, sum klokkan gongur. Miðdeplin í økinum er vestan fyri Írland. So leingi hátrýstøkið stendur í stað, kunnu vit vænta hetta veðrið í Føroyum. Hyggjandi í kúluna kann væntast, at veðrið í dag fer at liggja til hósdagin. 

Livst og spyrt.
Harleywoodpaint