Brøðurnir báðir, Poul Eli og Finn Jacobsen, hava rigga seg væl til í ár at skolda havhestaungar. Tá Norðlýsið vitjaði í Skúrinum, ið er beint norðanfyri Borg á Stangabrúnni, vísti Poul Eli okkum hvussu væl roytimaskinan riggaði, sum teir høvdu útvega sær.
Á myndini í myndasavninum, har bert ein havhestaungi er avmyndaður, er hesin júst komin úr maskinuni, nærum heilt liðugur, hann skal bert snøggast eitt vet.
Tað hevur verið eitt sindur av arbeiði at lagað skoldingina til maskinuna, soleiðis at maskinan roytir nøktandi og at hon ikki tekur feittið úr ungunum, men tann trupulleikan hava vit loyst, so nú riggar sum tað skal.
Teir báðir hava tikið ímóti nógvum havhestaungum, so tað er lag á manni at fara norður á Stengurnar at keypa sær eitt forkunnugt kók, sum sagt norðanfyri Borg niðri á Stangabrúnni.




