Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helst fáa tit kaku valdagin

Kristoffur Gaardlykke


Fjórða hvørt ár plaga arbeiðspláss í Vágum – og nógva aðrastaðni í landinum – at fáa kaku frá Jørgin og Fólkaflokkinum á valdegnum. Og munnu tey ikki aftur koma aftur á vitjan hesuferð? Tey minnast tykkum einaferð fjórða hvørt ár, geva tykkum køku, og tað er tað. Men av samfelagskøkuni fáa tit millum lítið og onki.

Teir hava koyrt hópin av pengum í lummarnar hjá teimum, ið høvdu fullar lummar frammanundan, teir hava rænt pensjónsskattin fyri at koyra meira í hesar fyltu lummarnar seinasta valskeið; men tey lægri løntu fingu eina skattahækking frá 35 og uppá 40%. Og sleppa teir framat aftur, fara teir at avreiða okkara fiskiríkidømi um allar ævir. Tað hava teir sagt.


Um so er, at teir koma út á títt arbeiðspláss valdagin, lat teg ikki lokka til at geva Fólkaflokkinum tína atkvøðu afturfyri eitt køkustykki. Tú er gloymd/ur dagin eftir, sum vanligt.

Far á val týsdagin og vel Javnaðarflokkin. Tú fært kanska ikki valkøku 1. september, men tú fært heilt víst ein størri bita av samfelagskøkuni komandi fýra árini.

Gott val

Kristoffur Gaardlykke, valevni hjá Javnaðarflokkinum