Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

9,4 % færri hava valt í Klaksvík

Jákup Ósá

Og tá eru brævatkvøðurnar við. Næstan 300 fólk færri hava valt.

Fyrr í dag skrivaðu vit um, at yvir 25 % færri høvdu valt á valstaðnum. Men ein betri mynd er, hvussu luttøkan er samanlagt, tá brævatkvøðurnar eru taldar við. Tað yvirlitið vísir, at kl. 16.00 høvdu 9,4 % færri valt í Klaksvík. 1509 fólk høvdu valt í dag móti 1800 fólkum kl. 16.00 í 2011 og 1843 í 2008.

Í løtuni er tó stórur streymur av fólki á valstaðnum, so kanska broytist støðan kl. 17.00.