1. september byrjaði Krista Arnold Thomsen at virka sum kommunulækni í føstum starvi í kommunulæknaviðtalu 3 í Klaksvík. Krista var liðug við útbúgvingina sum serlækni í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni – í februar, og hevur hon síðan tá virkað, sum avloysari í Klaksvík.

Krista tók fyrra partin av 5 ára serlæknaútbúgvingini í Region Nordjylland og seinna partin í Føroyum. Hon hevur havt meginútbúgvingarstað í læknamiðstøðini á Sandinum í Klaksvík, hjá Magnusi Magnussen, kommunulækna og Jaspuri Petersen, kommunulækna.
Krista byrjaði í útbúgvingarstarvinum í Føroyum í november 2012. Hon er 36 ára gomul, og býr í Klaksvík saman við manni og 3 børnum.
Heilsutrygd