Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað er fulltíðarstarv at verða borgarstjóri

John William Joensen

Gunnvá við Keldu sigur at Fólkaflokkurin fer ikki at atkvøða fyri at loyva Jógvan Skorheim at verða bæði løgtingslimur og borgarstjóri samstundis. Tað sigur Gunvá við Keldu í viðmerking

Gunnvá við Keldu sigur at Fólkaflokkurin fer ikki at atkvøða fyri at loyva Jógvan Skorheim at verða bæði løgtingslimur og borgarstjóri samstundis. Tað sigur Gunvá við Keldu í viðmerking

– Fyri okkum er tað ein prinsipp spurningur, tí Klaksvík er ein so stór kommuna at minstakrav er at borgarstjórin er til arbeiðis og altíð er tøkur.

Arbeiði sum borgarstjóri er so nógv broytt nú løgtingið hevur lagt stór og sera umfatandi mál út til kommunurnar at umsita og samstundis er arbeiðsbyrðan og ábyrgdin økt munandi.

Tað umgongst ikki at borgarstjórin fer at koma í tvístøðu har hann í tinginum verður noyddur at atkvøða fyri málum sum ganga beint ímóti áhugamálunum hjá býráðnum, sigur Gunvá við Keldu sum hevur Fólkaflokkin í býráðnum aftan fyri seg tá atkvøðast skal.