Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívið handan gardinurnar- Fyrilestur í Klaksvík í kvøld, 7.septembur kl 20!!

Oliver Joensen

Lívid handan gardinurnar- at liva í familju vid loyndarmálum

Fyrilestur í Húsmøðrafelagshúsinum í Klaksvík, Bøgøtu 7, mánakvøldid 7.septembur kl 20!!

Bjørg Mortensen, psykoterapeutur, kemur at greiða frá, hvussu tað er at liva í familjum, har alkoholmisnýtsla er ein partur av lívinum.

Hvat eyðkennir hesar familjur, hvørjir eru skaðarnir og er nøkur vón??

At liva í familjum við alkoholtrupulleikum rakar øll, bæði stór og smá. Skaðarnir, ið fólk fáa, ið liva saman við alkoholmisnýtarum, eru sera álvarsligir og ávirka ein alt lívið, um ein ikki sjálvur fær hjálp, ongantíð ov skjótt.

Bjørg Mortensen er sjálv vaksið barn av alkoholikara, bleiv gift alkoholikara og útviklaði sjálv sjúkuna alkoholismu.

Í dag arbeiðir Bjørg sum psykoterapeutur við servitan innan alkoholmisbrúk og viðgerð til misnýtarar og avvarandi.

Tað er ein vón, hóast skaðarnir eru stórir, og vónina vil Bjørg seta fokus á.

Fyrilesturin er almennur og ætlaður øllum, ið ynskja at vita meira um skaðar og seinárin á tey, ið liva ella hava livað í familjum við alkoholtrupulleikum. Eisini er fyrilesturin ætlaður lærarum, námsfrøðingum, heilsufrøðingum, barnaverndarfólki og annars øllum, ið hava ábyrgd av børnum og ungum.

Kostnaður: 150 kr, id verdur goldid vid inngongdina.