Í dag eru júst 63 ár síðan at Elisabeth tók við eftir pápa sín og samstundis er dagurin sermerktur tí eingin annar hevur sitið á bretsku trúnuni so leingi. Men samstundis er hetta sami dagur har hon misti pápa sín og tí verður dagurin altíð hildin privat á Barmoral slottinum saman við familjuni.

Hóast Bretska drotningin eins og danska drotningin ikki longur hevur politiskt vald, so hevur Bretska drotningin framhaldandi nakrar týðandi heimildir.
M.a. er tað Drotningin sum ger av hvør skal skipað stjórn eftir val og hon kann nokta at seta lóg í gyldi og geva parlamentinum boð um nýggja viðgerð. Eisini kann hon av sínum eintingum skrivað út parlamentsval men tað er ikki hent seinastu 150 árini. Enn svørja allir bretskir hermenn eið til drotningina og tað er drotningin sum framvegis er ovasti leiðari fyri bretsku herdeildirnar og tað er einans drotningin sum kann geva boð um at fara í kríggj, men hóast ongar reglur eru um hetta so ger hon eftir teimum ráðum sum bretska stjórnin gevur í slíkum málum.
Bretska drotningin hevur einki pass og hvørja ferð hon skal av landinum má hon hava loyvi frá parlamentinum.