Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarorð um Elinborg Thorsteinsson eftir Ruth og Polly

Oliver Joensen

Elinborg (1950 – 2015)

Mánadagin 19. august 1957 fór ein trivaligur árgangur av børnum í skúla fyri fyrstu ferð. Talan var um stórt hundrað børn í Klaksvík. Summarið hevði verið sólríkt og turt. Í óvitaeygum var heimstaðurin hjá okkum øgiliga stórur og víður. Vit búðu ella sløddust runt um alla vágna og víkina, – á Kósini, Bumshamri, úti á Oyri og Grøv. Hetta vóru rembingartíðir. Nýggj nýmótans klædnabúð kom á Biskupsstøð beint frammanundan, útvarp var nýliga sett á stovn, og vinnulív og bygdavøkstur var ein góð samanrenning av ljósum vónum um framtíðina. Og Klaksvík skrivaðu vit við so nógvum k´um, sum til bar. Soleiðis var tað bara.

Av tí, at skúlin var ov lítil, og útbygging fór fram millum fimleikahøllina og gamla skúlan, byrjaðu vit í KFUM&K og Tekniska skúla. Ikki fyrrenn 4 ár seinni var nýbygningurin liðugur, ið kanska gjørdist glæman og glansurin um okkara seinastu skúlaár. Kagandi í gamlar poesibøkur vóru telefonnumrini tá trýsifraði. Og vit orðaðu okkum vandaliga á donskum í poesibókunum. Vit sungu eisini danskar sálmar í kirkjuni sunnudagar. Í minninum hanga spølini eftir úti í skúlagarðinum : ”Lille søster søde, Tornerose var et vakkert barn, Bro, bro brille” osfr., meðan dreingjariðilin dámdi best at troðka og stúva seg saman í einum betonghorni. Har var levind og gangur, sum hoyrdist um geilar og tún. Ja, fríkorterini vóru so nógv øðrvísi enn í dag.

Vit vórðu skipað í fýra flokkar. Í dag minnast vit í A flokkinum ein farnan skúlafelaga, Elinborg Thorsteinsson. Hon var yngst í flokkinum, dóttur Kristinu og Sámal Thorsteinsson. Fødd nýggjársaftan 1950. Meðan nógv okkara høvdu røtur ella ættarbond um allar Føroyar, var Elinborg ein samanrenning av Vágsheygnum, Vátutoft, Biskupsstøð og Seyðisfirði á eysturlandinum í Íslandi. Vit, sum byrjaðu í A flokkinum, vóru 28 í tali fyrsta skúladag. Bette Højgaard Justinussen tók sær av flokkinum øll tey fyrstu árini við undantaki av einum, tá hon var í Danmark á DLH.

Elinborg vaks upp í Vátutoft síni fyrstu smágentuár. Haðani minnast vit nógv best tey framúr snøggu dukkuklæðini, bundin og seymaði, sum Elinborg átti. Ein abbasystir hevði hetta serliga skapandi hegni, og vit í flokkinum vóru so púra burtur í øllum hesum ævintýrkenda, Elinborg átti í spælistovuni. Tað var dagur í viku, tá Elinborg bjóðaði út til sín at spæla. Seinni fluttu foreldrini oman í Víkarnar, men tá vóru dukkurnar lagdar á hillina.

Elinborg hevði sermerktar dygdir. Umhugsin, smílandi, góðslig og hendinga musikalsk. Spældi klaver og las nótar uttan nakran sum helst trupulleika. Tað kom væl við, tí flokkurin, vit gingu í, sang, um bara eitt høvi beyðst. Vit sungu í kóri hjá Sámal Júst og Fridu Petersen og sungu til ymisk høvi, millum annað á midnáttarsamkomum í Vágstúni. Til serligar merkisløtur hildu vit okkum ikki aftur, hvørki í kirkju ella skúla. Og enn bragdar, tá vit hittast, nú vit við ferð ganga til tey sjeyti.

Tað ráddi ein annar pedagogikkur . Í rokning skuldu vit læra geometri. Hetta dámdu ikki øllum gentunum so væl. Herskin kostur hjá fleiri av okkum. Turrisligt – ella køvisligt, sum vit plagdu at taka til. Men lærarin hevði loysnina. ”Tit, sum ikki tíma, tí tit ikki duga, kunnu bara hava frí.” Glaðar vóru tær sjálvandi. Elinborg hoyrdi ikki heima í tí bólkinum. Hon var hugagóð og helt seg til, og tá realskúlin var lokin í 1967, fekk hon prógv við sera góðum úrsliti og fór beina leið í Hoydalar. Eftir studentsprógv fór hon undir framhaldslesna í Århus. Har festi hon røtur og fekk dóttrina Nannu í 1981. Seinastu mongu árini virkaði hon á hospitalinum í Marselisborg við gransking og rehabilitering. Elinborg hevði nakað myndugt við sær. Vælklødd og gløgg við eini sera dámligari framferð.

Flokkurin hevur hitst av og á. Og Elinborg legði nógv fyri at vera við. Men í seinastuni gekk orkan undan vegna herviliga og miskunarleysa sjúku. Gott var at hava Elinborg til borðs í vertskapi, tá syngjast skuldi. Hon mintist 2. og 3. røddirnar frá skúlaárunum raðið, hóast vit vóru vorðin 50 ár eldri. Fyri tveimum árum síðani hittust vit í flokkinum aftur. Men hóast Elinborg var heima, bar hon seg undan at koma. Sjúkan var ov hóttandi. Hon setti seg ikki føra fyri at hitta okkum øll í senn í skemti og gaman í heimstaðnum, har vit høvdu so nógv góð og hugfarslig minni, – úr skúla, haga, fjøru, úti á bygd, úti um landið og í Íslandi í 1967. Tað var har vit kvóðu Regin smið á tamb, og sum vit ongantíð fara at gloyma.

Ofta plagdu vit at taka fram okkurt serstakt frá skúlaárunum, tá vit møttust. Elinborg nevndi altíð yrkingina hjá H. C. Andersen ”Hvad bøgetræet sang”. Tað er um træið, sum so vandið breggjar sær av síni styrki. Træið droymir um, hvat bulur og greinar einaferð kundu brúkast til, tá tað varð felt. Stóri dreymurin hjá bókatrænum var, at bulurin skuldi gerast til eina stórmastur og sigla um tey søltu høv. Men tá samanum kom, endaði træið ikki sum annað enn kustaskøft, akslatrø, stik, steyrar og pinnabrenni. Jú, dreymar eru eitt, men hvat teir verða til, er nakað annað.

Dreymar hava øll, ið liva. Teir kunnu støkka og tí illa røkka. Vit vildu so fegin, at tú fylgdist við okkum nøkur góð ár aftrat. Men vit røkka bara, til tað støkkur.

Í einari av poesibókunum hjá okkum gentum, hevur Elinborg skrivað við síni sera vøkru hondskrift 26. jan. 1962:

Ude på havet står der en klippe, på den står skrevet: Forglem mig ikke.

Eftir langa og mangan svárar sjúkradagar, fór Elinborg undan okkum tann 29. august. Samanhaldið í árgangi ´50 – okkara flokki í Klaksvíkar skúla, hevur verið fyrimyndarliga gott og serstakt. Men nú loysnaði Elinborg frá og slepti takinum.

Elinborg fór til gravar seinasta leygardag í Hjortshøj.

Takk fyri títt trúfesti, góða Elinborg, fyri felagsskap, vinskap og fantastisk lívsminni.

Vegna flokkin

Ruth og Polly