Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt Sjálvstýri kundi ikki góðtaka fiskivinnupolitikkin og hjúnarbandspolitikkin

Norðlýsið

Tað er fiskivinnupolitikkurin og hjúnarbandslógin, ið er høvuðsorsøk til, at Nýtt Sjálvstýri hevur trekt seg úr samgongu samráðingunum. 

Tað er eingin loyna, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava gingið við sterkum ynski um at fáa ein part av fiskinum selt á uppboðssølu, har Framsókn er farin so langt sum at siga, at alt skal bjóðast út. Og tað er hetta, sum Nýtt Sjálvstýri ikki kann góðtaka. Í valstríðnum gjørdi flokkurin tað púra greitt, at hann var ikki fyri at innføra uppboðssølu og ei heldur at draga loyvini inn í 2018. 
Eisini hjúnarbandslógin var ein trupulleiki í samráðingunum nú, har Nýtt Sjálvstýri ynskti at fáa hana til fólkaatkvøðu. 
Samgongan við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn telur 17 tingfólk, men nógvar gitingar ganga um, at Annika Olsen fer uppí Framsókn. Kanska er tað ikki tilvildarligt, at hon júst í dag, nakrar tímar áðrenn Nýtt Sjálvstýri fór úr samráðingunum, meldaði seg úr Fólkaflokkinum, sum kom rættuliga óvæntað á hjá nógvum.