Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verður Annika 18. tinglimurin hjá samgonguni?

Norðlýsið

Var tað tilvildarligt, at Annika Olsen bert fáar tímar frammanundan at Nýtt Sjálvstýri fór úr samgongusamráðingunum, meldaði seg úr Fólkaflokkinum?

Tað er kanska ikki óhugsandi eftir tíðindini á politiska leikvøllinum í dag.

Var tað tilvildarligt, at Annika Olsen bert fáar tímar frammanundan at Nýtt Sjálvstýri fór úr samgongusamráðingunum, meldaði seg úr Fólkaflokkinum?

Tí nú telur Samgongan bert 17 tinglimir og tað er neyvan ein ynskilig støða at fara út í fyri eitt valskeið á 4 ár. Nógvar gitingar eru um, at Annika Olsen fer uppí Framsókn. Fleiri hava eisini nevnt møguleikan fyri, at Annika fer í landsstýrið fyri Framsókn og kanska hevur fingið hetta bjóðað, men tað skapar trupulleikar. Tí tá kemur næstvaldi hjá Fólkaflokkinum á ting og so hevur Fólkaflokkurin aftur 6 tinglimir og samgongan ‘bara’ 17 tinglimir. Tískil er kanska meir hugsandi, at Annika verður 18. tinglimurin hjá samgonguni í løgtinginum. 

Gitingarnar eru nógvar og hetta hevur eisini verið ein hendingarríkur dagur í føroyskum politikki, har Annika Olsen og Rodmundur Nielsen eru farin úr Fólkaflokkinum, og har Nýtt Sjálvstýri trekti seg úr samgongusamráðingunum.

Harleywoodpaint