Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Markleys útbúgving 2015

Danial Viðoy

Komandi týsdag, 15.september 2015 verður aftur skipað fyri tiltakinum, Markleys útbúgving í Norðurlandahúsinum.

Komandi týsdag, 15.september 201verður aftur skipað fyri tiltakinum, Markleys útbúgving í Norðurlandahúsinum.

Talan er um kunningartiltak um víðari lestur í Føroyum og uttanlands. Her fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum. Tiltakið um dagin er ætlað fráfaringarflokkum í miðnámsskúlunum, meðan tiltakið um kvøldið er alment.

Útbúgving hevur ongantíð verið meira umráðandi enn nú, og møguleikarnir hava ongantíð verið fleiri. Sama hvat tú velur, so ræður um at fara undir onkra útbúgving. Vel millum fjølbroyttu møguleikarnar í Føroyum – ella far í onnur lond at fáa tær útbúgving. Tað er hetta útbúgvingarmessan, Markleys Útbúgving, leggur dent á 13. árið á rað.

Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum t.d. USA og Australia.

MÚ roynir at kveikja tykkara áhuga fyri víðari lestri. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir, og kunnu tykjast bæði spennandi, men eisini ringir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan á Setrið og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving.

Okkara vón er, at tit fáa sum mest burturúr degnum. Vit eggja tykkum staðiliga til at fara til fyrilestrar og at tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar, so tú fært íblástur og ítøkiliga vegleiðing í, hvagar tú kanst fara. Brúkið eisini møguleikan at tosa við onnur lesandi um nógvu útbúgvingarmøguleikarnar.

Far og lær – nær ella fjar!

Sí skránna fyri dagin í fílini niðanfyri og fyri kvøldið í myndini: