Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgonguskjal: Eitt dygt og trygt heilsuverk

John William Joensen

Játtanin til heilsuverkið verður dagførd, og sonevndar átakspuljur ásettar. Arbeitt verður miðvíst fyri at lækka útreiðslurnar til heilivág. Dentur verður lagdur á átøk at útvega og fáa heilsustarvsfólk at støðast. Orka og peningur skulu brúkast skynsamt á teimum trimum sjúkrahúsunum. Fakligheitin skal hoyrast, og sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Atlit verða tikin til, at landfast ikki er millum allar oyggjarnar.

Játtanin til heilsuverkið verður dagførd, og sonevndar átakspuljur ásettar. Arbeitt verður miðvíst fyri at lækka útreiðslurnar til heilivág. Dentur verður lagdur á átøk at útvega og fáa heilsustarvsfólk at støðast.

Orka og peningur skulu brúkast skynsamt á teimum trimum sjúkrahúsunum. Fakligheitin skal hoyrast, og sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Atlit verða tikin til, at landfast ikki er millum allar oyggjarnar.

”Visjón og menningarætlan fyri sjúkrahúsverk Føroya” verður gjørd beinanvegin, og arbeiðssetningurin verður víðkaður til alt heilsuverkið. Sjúkrahús, kommunulæknaskipan og heilsutænastur verða samansjóðað í eitt samvirkandi heilsuverk.

Miðvís fyribyrging, reglulig fólkaheilsuátøk og skjót endurmenning og -venjing verða høgt raðfest.

Vit skulu styrkja psykiatriska økið, herundir barna- og ungdómspsykiatriina og økispsykiatriina. Møguleikin at koma seg aftur eftir sálarsjúku verður styrktur, eitt nú við arbeiði ella útbúgving.

Heilsuvísindalig gransking og førleikamenning í sjúkrahúsverkinum verður ment eins og gransking í fólkaheilsu og ílegum. FarGen verkætlanin verður framd eftir ætlan.