Vit skulu ikki klaga um fiskiskapin í dag, sigur Oddmar Niclasen, skipari á útróðrarbátinum Bragd. Vit hava um hálvt fjórða túsund pund í dag og vit høvdu bert 42 stampar við, so tað gevur um 100 pund á stampin. Tá er ikki at lata illa at, sum fiskiskapurin annars hevur verið.
Hartil er prísurin góður, hann liggur um 19,- kr. fyri kilo, so tað hevur bara verið góður dagur hjá okkum ídag, sigur Oddmar Niclasen at enda.




